Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 13

13
Guðsmaðurin úr Júda og profeturin úr Betel
1Og sí, beint sum Jeróboam gekk fyri altarið til tess at bera fram roykilsisoffur, kom einhvør Guðsmaður úr Júda til Betel eftir boði Harrans 2og rópaði móti altarinum eftir boði Harrans og mælti: «Altar, altar! So sigur Harrin: Sonur skal føðast í húsi Dávids, Jósia at navni; hann skal á tær ofra offurheyggjaprestar, sum á tær hava borið fram roykilsisoffur; og mannabein skulu verða brend á tær!» 3Samstundis boðaði hann tekin og mælti: «Hetta er tekin tess, at Harrin hevur talað: Sí, altarið skal rivna og øskan, sum á tí er, spjaðast útum!» 4Men tá ið Jeróboam kongur hoyrdi hesi orð, sum Guðsmaðurin rópaði móti altarinum í Betel, rætti hann út hond sína frá altarinum og mælti: «Takið hann á hondum!» Men í sama bili visnaði hondin, sum hann rætti út móti honum; og ikki kundi hann taka hana aftur til sín; 5og altarið rivnaði, so øskan spjaddist burtur frá altarinum samsvarandi tí tekini, ið Guðsmaðurin hevði boðað eftir orði Harrans. 6Tá tók kongur til orða og mælti við Guðsmannin: «Blíðka tú Harran, Guð tín, og bið fyri mær, so eg fái tikið hondina aftur til mín.» Tá blíðkaði Guðsmaðurin Harran, so kongur kundi taka hondina aftur til sín; og varð hon aftur, sum hon áður hevði verið. 7Síðan segði kongur við Guðsmannin: «Kom tú heim við mær og fá tær ein hjartastyrk, so skal eg geva tær einahvørja gávu.» 8Men Guðsmaðurin svaraði kongi: «Um tú gavst mær helmingin av ogn tíni, kom eg kortini ikki við tær; hvørki vátt ella turt vil eg bragda á hesum staði! 9Tí at hetta hevur verið mær boðið við orði Harrans: Tú skalt hvørki njóta mat ella drekka vatn og ikki snúgva heim aftur somu leið, sum tú komst!» 10Síðan fór hann ein annan veg og snúði ikki heim aftur somu leið, sum hann var komin til Betel.
11Men í Betel búði gamal profetur; synir hansara komu og søgdu honum frá øllum tí, sum Guðsmaðurin hevði gjørt tann dagin í Betel, og frá tí, sum hann hevði talað við kongin. Og tá ið teir høvdu sagt faðir sínum frá hesum, 12spurdi hann teir: «Hvørja leið fór hann?» Og synir hansara sýndu honum ta leið, sum Guðsmaðurin, ið komin var úr Júda, var farin. 13Tá segði hann við synir sínar: «Saðlið mær asnan!» Og teir saðlaðu honum asnan; og hann steig á bak, 14helt aftan á Guðsmannin og fann hann sitandi undir eikini; og hann spurdi hann: «Ert tú Guðsmaðurin, ið kom úr Júda?» Hann svaraði: «Ja!» 15Tá segði hann við hann: «Kom heim við mær og fá tær at eta!» 16Men hann svaraði: «Nei, eg má ikki venda aftur saman við tær; og hvørki má eg njóta mat ella drekka vatn saman við tær á hesum staði! 17Tí at soleiðis hevur verið mær boðið við orði Harrans: Tú skalt hvørki njóta mat ella drekka vatn har og ikki venda heim aftur somu leið, sum tú komst!» 18Men hann svaraði honum: «Eisini eg eri profetur eins og tú, og eingil hevur við orði Harrans sagt við meg: Tak hann heim aftur við tær og gev honum at eta og drekka!» Men hetta leyg hann fyri honum. 19Tá vendi hann aftur við honum og át og drakk í húsi hansara.
20Men sum teir sótu til borðs, kom orð Harrans til profetin, ið hevði fingið hin at venda aftur, 21og hann rópaði á Guðsmannin, sum var komin úr Júda og mælti: «So sigur Harrin: Av tí at tú vart skipan Harrans ólýðin og ikki varðveitti boð tað, sum Harrin, Guð tín, legði fyri teg, 22men vendi aftur og átst og drakst á tí staði, har sum hann hevði boðið tær ikki at eta og drekka, tí skal lík títt ikki koma í grøv fedra tína!» 23Tá ið hann nú hevði etið og drukkið, saðlaði hann honum asnan, og fór hann tá heim aftur; 24men á vegnum kom ljón ímóti honum og drap hann. Og har lá tá lík hansara endilangt á vegnum, meðan asnin stóð uppi yvir tí; eisini ljónið varð standandi uppi yvir líkinum. 25Men har komu menn framvið, og tá ið teir sóu líkið liggja endilangt á vegnum og ljónið standandi uppi yvir tí, fóru teir og søgdu frá tí í borgini, har sum hin gamli profeturin búði. 26Men tá ið profeturin, ið hevði fingið hin til at venda aftur, hoyrdi hetta, segði hann: «Hatta er hin Guðsmaðurin, ið var skipan Harrans ólýðin; tí hevur Harrin givið hann í ljónsins vald; tað hevur morlað og dripið hann samsvarandi tí orði, ið Harrin hevði talað við hann.» 27Síðan segði hann við synir sínar: «Saðlið mær asnan!» Og tá ið teir høvdu saðlað hann, 28reið hann avstað og kom fram á lík hans, ið lá har endilangt á vegnum, og asnan og ljónið standandi uppi yvir tí; men ljónið hevði hvørki etið líkið ella skrætt asnan sundur. 29Hann tók tá líkið av Guðsmanninum upp á asna sín og flutti tað heim í borgina til tess at harma hann og jarða hann. 30Hann legði lík hansara í sína egnu grøv, og teir harmaðu hann og søgdu: «Á, bróðir mín!» 31Men tá ið hann hevði jarðað hann, segði hann við synir sínar: «Tá ið eg eri deyður, tá jarðið meg í teirri grøv, sum Guðsmaðurin er jarðaður í; latið míni bein hvíla hjá hansara beinum, til tess at míni bein mega varðveitast saman við hansara beinum. 32Tí at tað orðið frá Harranum, ið hann rópaði móti altarinum í Betel og móti øllum hovunum á heyggjunum í borgum Sámáriu, man vissuliga fara at sannast!»
Jeróboam syndar framvegis
33Heldur ikki eftir hesar tilburðir lætti Jeróboam av sínum ringa lívi; men helt áfram av alskyns fólki at skipa prestar við offurheyggjarnar og víga hvønn sum helst til at vera prestur á offurheyggjunum. 34Hetta varð Jeróboams húsi til syndar og atvoldin til, at tað varð týnt og oytt oman av jørðini.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 13: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in