Bible App logo
Search Icon

Fyrra Kongabók 11

11
Konur Sálomons og hjágudadýrkan hans
1Umframt dóttur Fárao elskaði Sálomon kongur nógvar útlendskar konur, móabitiskar, ammonitiskar, edómitiskar, zidonitiskar og hetitiskar, 2konur av tjóðum, ið Harrin hevði talað um við Ísraelsbørn: «Komið ikki saman við teimum og latið tey ikki koma til tykkara; tí vissuliga munnu tey snúgva hjørtum tykkara at gudum sínum!» Á tær legði Sálomon heitan ástarhug. 3Hann hevði sjey hundrað tignarkonur og trý hundrað hjákonur; tær fingu snúð hjarta hansara burtur frá Harranum. 4Tá ið Sálomon var vorðin gamal, fingu konur hansara snúð hjarta hansara at øðrum gudum, so at hann ikki fylgdi Harranum, Guði sínum, av heilum huga, eins og Dávid, faðir hans, hevði gjørt. 5Sálomon elti Astarte, gud Zidonita, og Milkom, andstygd Ammonita. 6Og Sálomon gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, og fylgdi ikki Harranum við sama lýdni sum Dávid, faðir hansara. 7Tá gjørdi Sálomon offurheyggj fyri Kemosj, andstygd Móabita, á fjallinum beint fyri eystan Jerúsalem og fyri Molok, andstygd Ammonita; 8á sama hátt eftirlíkaði hann øllum sínum útlendsku konum, ið brendu gudum sínum roykilsisoffur og ofraðu til teirra. 9Tá reiddist Harrin inn á Sálomon, tí at hann hevði snúð hjarta sínum burtur frá Harranum, Ísraels Guði, tó at hann tvær ferðir hevði birtst fyri honum 10og hevði lagt honum eina við ikki at elta aðrar gudar; men hann hevði ikki hildið tað, ið Harrin hevði boðið honum, 11tí segði Harrin við Sálomon: «Av tí at tað er soleiðis vorðið við tær, og at tú ikki hevur hildið sáttmálan við meg og tær lógir, sum eg legði fyri teg, skal eg vissuliga taka kongsdømi frá tær og fáa træli tínum tað í hendur. 12Tó vil eg ikki gera hetta, meðan tú ert á lívi vegna Dávid, faðir tín; men frá syni tínum vil eg taka tað. 13Tó vil eg ikki taka alt ríkið frá honum; eina ætt vil eg fáa syni tínum í hendur vegna Dávid, tænara mín, og vegna Jerúsalem, sum eg útvaldi.»
Edóm
14Harrin vakti nú Sálomoni upp mótstøðumann, Hádad Edómita, ið var av kongsættini í Edóm. 15Tí at ta ferðina, tá ið Dávid vá Edómitar, og Jóab herhøvdingi fór niðan at jarða teir falnu og týna alt mannkyn í Edóm – 16í seks mánaðir var Jóab og allur Ísrael har, til hann hevði fingið avoytt alt kallkyn í Edóm –, 17tá flýddi Hádad saman við nøkrum Edómitum, ið verið høvdu tænarar faðirs hans, og helt ferð síni til Egyptalands; hann var tá blaðungur. 18Teir løgdu út av Midian og komu til Páran; haðan fingu teir nakrar menn við sær og komu til Egyptalands til Fáraos, Egyptalands kongs; hann gav honum hús og vistir; eisini gav hann honum jørð. 19Men Fárao tókti miklan tokka í Hádadi og gifti honum eldru systur Takpenesar, konu sínar. 20Systir Takpenesar føddi honum sonin Genubat; men Takpenes aldi hann upp í kongshøll Fáraos; og somuleiðis varð Genubat verandi í húsi Fáraos saman við børnum Fáraos. 21Men tá ið Hádad frætti í Egyptalandi, at Dávid var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum, og at Jóab herhøvdingi var deyður, mælti hann við Fárao: «Loyv mær at fara heim aftur í land mítt!» 22Fárao spurdi hann: «Hvat vantar tær her hjá mær, at tú so fegin vilt fara heim aftur?» Hann svaraði: «Einki vantar mær; men loyv mær kortini at fara!» Síðan fór Hádad heim aftur í land sítt og varð kongur í Edóm og herjaði støðugt á Ísrael; hetta var tann ógæva, ið Hádad elvdi.
Dámaskus
23Uppaftur vakti Guð honum upp mótstøðumann, Rezon Eljadason, ið farin var millum mála frá harra sínum Hádadezer kongi í Zóba; 24hann savnaði um seg menn og gjørdist oddamaður fyri ránsflokki; hann hertók Dámaskus, settist niður har og varð kongur í Dámaskus. 25Hann var mótstøðumaður Ísraels alla ævi Sálomons.
Uppreist Jeróboams, spádómur Áhia
26Efraimitin Jeróboam Nebatsson úr Zereda, sonur eina einkju Zerua at navni, var tænari hjá Sálomoni; hann gjørdi uppreist móti kongi. 27Men uppreist hans móti kongi kom í á henda hátt: Sálomon fekst við at byggja Millo og gera skarðið aftur, sum komið var á borg Dávids, faðirs hans. 28Nú var hesin Jeróboam reystmenni; og tá ið Sálomon sá, hvussu hegnigur hesin ungi maður var, setti hann hann sum umsjónarmann yvir øllum skyldubønarfólki av Jósefs ætt. 29Um tað leitið bar so á, at Jeróboam fór burtur úr Jerúsalem; á vegnum hitti hann Áhia profet frá Silo; hann var í nýggjum møtli; og vóru teir tveireinir úti á víðavangi. 30Tá treiv Áhia í tann nýggja møttulin, sum hann var í, og skræddi hann í tólv lutir 31og mælti við Jeróboam: «Tak tær hesar tíggju lepar, tí soleiðis sigur Harrin, Guð Ísraels: Sí, eg man ríva kongsdømið úr hond Sálomons og geva tær tíggju ættir. 32Eina ætt skal hann hava eftir fyri sakir Dávids, tænara míns, og fyri sakir Jerúsalems, borgin, ið eg útvaldi mær av øllum ættum Ísraels; 33hetta vil eg gera, aftur fyri at hann hevur sagt meg burtur og tilbiðið Astarte, gud Zidonita, og Kemosj, gud Móabita, og Milkom, gud Ammonita, og ikki hevur gingið mínar leiðir til tess at inna tað, ið rætt er í mínum eygum, og ikki varðveitt boðorð og lógir mínar, eins og Dávid faðir hansara gjørdi. 34Tó vil eg ikki taka ríkið av honum, men lata hann vera høvdinga, so leingi hann livir fyri sakir Dávids, tænara míns, sum eg útvaldi mær, og sum varðveitti boðorð og fyriskipanir mínar. 35Men frá syni hansara vil eg taka ríkið og geva tær tað, tær tíggju ættirnar; 36men eina vil eg geva syni hansara, til tess at Dávid, tænari mín, allar dagar má hava lampu fyri ásjón míni í Jerúsalem, borgini, sum eg útvaldi navni mínum til bústaðar. 37Men teg vil eg kjósa og lata teg ráða fyri øllum, ið hugur tín stundar á; og tú skalt verða kongur yvir Ísrael. 38Og ert tú lýðin í øllum, sum eg bjóði tær, gongur leiðir mínar og gert tað, sum rætt er í mínum eygum, og varðveitir fyriskipanir og boðorð míni, eins og Dávid, tænari mín, gjørdi, so vil eg vera við tær og reisa tær støðugt hús, eins og eg reisti Dávidi og geva tær Ísrael. 39Men ættarmenn Dávids vil eg eyðmýkja fyri hesa søk; tó ikki um aldur og ævir!» 40Tá ið nú Sálomon royndi at taka Jeróboam av lívi, búði Jeróboam seg til og flýddi til Egyptalands til Sjisjaks kongs í Egyptalandi; og hann varð verandi í Egyptalandi, til Sálomon andaðist.
Deyði Sálomons
41Tað, ið meira er at siga um Sálomon og alt tað, ið hann gjørdi, og um vísdóm hans, tað er ritað í bókini um gerðir Sálomons. 42Í fjøruti ár var Sálomon kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael. 43Síðan legðist Sálomon til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í borg Dávids, faðirs síns; og Rehábeam, sonur hans, tók ríkið eftir hann.

Currently Selected:

Fyrra Kongabók 11: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in