Fyrra Korintbrævið 15
15
Uppreisn Krists
1Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í, 2sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, – uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. 3Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, 4og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, 5og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; 6og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. 7Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum. 8Men síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær eins og burði, sum ikki er komin av tíð, 9tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum og eri ikki verdur at verða kallaður ápostul, við tað at eg forfylgdi Guðs kirkjuliði. 10Men av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis; nei, eg havi arbeitt meira enn teir allir, tó ikki eg, men Guðs náði við mær. 11Annaðhvørt tað so eri eg ella tað eru teir, soleiðis prædika vit, og soleiðis tóku tit við trúnni.
Prógv um uppreisn yvirhøvur
12Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til? 13Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; 14men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd. 15Men vit koma tá eisini at roynast sum lygivitni um Guð, av tí at vit hava vitnað móti Guði, at hann reisti upp Krist, sum hann ikki hevur reist upp, so framt sum deyð ikki rísa upp. 16Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; 17men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, 18og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. 19Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. 20Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. 21Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. 22Tí at líkasum øll doyggja í Ádami, soleiðis skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristi. 23Men ein og hvør í sínum raði: Kristus sum frumgróðurin, tínæst tey, sum hoyra Kristi til við komu hansara; 24síðan kemur endin, tá ið hann letur ríkið til Guð og faðirin, tá ið hann hevur týnt einum og hvørjum harradømi, einum og hvørjum veldi og mátti. 25Tí at hann skal vera kongur, til tess hann hevur lagt allar fíggindarnar undir føtur sínar. 26Síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin; 27tí at alt hevur hann lagt undir føtur hansara. Men tá ið hann sigur, at alt er lagt undir, er tað eyðvitað, at hann er undantikin, sum legði alt undir hann. 28Men tá ið alt er lagt undir hann, tá skal eisini sonurin sjálvur leggja seg undir tann, sum legði allar lutir undir hann, til tess at Guð má vera alt í øllum.
Onnur prógv
29Hvat gera tá annars tey, sum lata seg doypa fyri hini deyðu? Um deyð yvirhøvur ikki rísa upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey? 30Hví seta vit okkum eisini í váða hvønn tíma? 31Hvønn dag doyggi eg, so satt sum eg kann rósa mær av tykkum, brøður, í Kristi Jesusi, harra okkara. 32Tá ið eg, á manna vísi talað, havi barst við villdjór í Efesus, hvat gagn havi eg tá av tí? Um deyð ikki rísa upp, «tá latum okkum eta og drekka, tí at í morgin doyggja vit!» 33Villist ikki! Ringt felag spillir góðar siðir. 34Verið rættuliga klárvaknir og syndið ikki! Tí at summir hava ongan kunnleika um Guð; tykkum til skammar sigi eg tað.
Um uppreisnarlikamið
35Men nú kundi onkur sagt: «Hvussu rísa hini deyðu upp? Og við hvørjum likami koma tey?» 36Fákunni tú! Tað, sum tú sáar, verður ikki gjørt livandi, uttan at tað doyr; 37og tá ið tú sáar, er tað ikki tað likamið, sum koma skal, tú sáar, men eitt bert frækorn, annaðhvørt tað nú er av hveiti ella onkrum øðrum sáðkorni. 38Men Guð gevur tí eitt likam, soleiðis sum hann hevur viljað, og hvørjum slagi av sáðkorni sítt egna likam. 39Ikki er alt hold sama hold; men eitt er mannahold, annað er djóra; eitt er fuglahold, annað er fiska. 40Og til eru himmalsk likam og jørðisk likam; men ein er dýrdin hjá hinum himmalsku, og onnur hjá hinum jørðisku. 41Ein er ljómi sólarinnar, og annar er ljómi mánans og annar ljómi stjarnanna; tí at stjørna brýtur av frá stjørnu í ljóma. 42Soleiðis er tað eisini við uppreisnini av deyðum. Tað verður sáað forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt. 43Tað verður sáað í vanvirðu, men rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, men rísur upp í styrkleika. 44Tað verður sáað eitt náttúrligt likam, men rísur upp eitt andligt likam. Er eitt náttúrligt likam til, tá er eisini eitt andligt likam til. 45Soleiðis stendur eisini skrivað: «Hin fyrsti maðurin, Ádam, varð livandi sál,» hin seinni Ádam lívgandi andi. 46Men hitt andliga er ikki tað fyrsta, men hitt náttúrliga, síðan hitt andliga. 47Hin fyrsti maðurin var frá jørð, av mold, hin annar maðurin er frá himni. 48Eins og hin jørðiski var, soleiðis eru eisini hini jørðisku; og eins og hin himmalski var, soleiðis eru eisini hini himmalsku. 49Og líkasum vit hava borið mynd hins jørðiska, soleiðis skulu vit eisini bera mynd hins himmalska.
Tey, sum verða eftir til afturkomu Krists, skulu umbroytast likamliga
50Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva Guðs ríki, heldur ikki arvar hitt forgongiliga óforgongiligleikan. 51Sí, eg sigi tykkum eitt loyndarmál. Vit skulu ikki allir sovna burtur, men vit skulu allir verða umbroyttir, 52í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir. 53Tí at hetta forgongiliga eigur at verða klætt í óforgongiligleika, og hetta deyðuliga eigur at verða klætt í ódeyðuligleika. 54Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: «Deyðin er uppslúkaður í sigur.» 55«Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?» 56Men broddur deyðans er syndin, og máttur syndarinnar er lógin. 57Men tøkk veri Guði, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi! 58Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!
Currently Selected:
Fyrra Korintbrævið 15: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society