Fyrra Korintbrævið 13
13
Uttan kærleika eru allar náðigávur og øll offur til einkis
1Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla. 2Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg einki. 3Og um eg býtti út allar ognir mínar, og um eg læt likam mítt, so at eg varð brendur, men hevði ikki kærleika, tá gagnaði tað mær einki.
Eginskapir kærleikans
4Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; 5hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; 6hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; 7hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.
Kærleikin óforgongiligur
8Kærleikin fellur onga tíð burtur; men hvørt tað so eru profetagávur, so skulu tær fáa enda, ella tungur, so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa enda. 9Tí at vit skyna í pørtum, og vit profetera í pørtum. 10Men tá ið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum. 11Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av. 12Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur. 13Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.
Currently Selected:
Fyrra Korintbrævið 13: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society