YouVersion Logo
Search Icon

Fyrra Korintbrævið 12

12
Heilagi andin sigur: Jesus er Harri
1Men viðvíkjandi hinum andligu gávunum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi. 2Tit vita, at meðan tit vóru heidningar, tá vórðu tit drignir at hinum málleysu skurðgudunum, alt sum tit vórðu drignir. 3Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar av Guðs anda, sigur: «Bannaður er Jesus!» og eingin kann siga: «Jesus er Harri,» uttan av heilagum anda.
Náðigávurnar eru allar frá hinum eina og sama Guði
4Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami; 5og tað er munur á tænastum, og harrin er hin sami; 6og tað er munur á kraftargerðum, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum. 7Men opinbering andans verður einum og hvørjum givin til tað, sum gagnligt er. 8Einum verður soleiðis givin við andanum vísdóms tala, øðrum kunnskapar tala eftir hinum sama anda; 9øðrum trúgv í sama anda; øðrum gávur til at grøða í hinum eina anda; 10øðrum at útinna kraftargerðir; øðrum profetagáva; øðrum at døma um andar; øðrum ymis tungutala; øðrum týðan av tungutalu. 11Men alt hetta virkar hin eini og sami andin, sum býtir sundur til ein og hvønn fyri seg eftir vild síni.
Tað er við náðigávunum sum við limunum á likaminum
12Tí at eins og likamið er eitt og hevur mangar limir, men allir limirnir á likaminum, tó at teir eru mangir, kortini eru eitt likam, soleiðis eisini Kristus. 13Tí at við einum anda vórðu vit jú allir doyptir til eitt likam, annaðhvørt vit eru Jødar ella Grikkar, trælir ella frælsir; og allir fingu vit ein anda at drekka. 14Likamið er jú heldur ikki ein limur, men mangir. 15Um fóturin segði: «Við tað at eg eri ikki hond, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur hann fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. 16Og um oyrað segði: «Við tað at eg eri ikki eyga, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur tað fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. 17Um alt likamið var eyga, hvar varð tá hoyrnin? Um alt var hoyrn, hvar varð tá lukturin? 18Men nú hevur Guð sett limirnar, hvønn einstakan av teimum, á likamið, eftir sum honum líkaði. 19Men um teir allir vóru ein limur, hvar varð tá likamið? 20Men nú eru tað mangir limir, men eitt likam. 21Eygað kann ikki siga við hondina: «Eg treingi ikki til tín!» ella høvdið við føturnar: «Eg treingi ikki til tykkara!» 22Nei, nógv heldur eru teir limir á likaminum fyri neyðini, sum tykjast okkum at vera hinir veikastu, 23og teir, sum tykjast okkum ikki so virðismiklir á likaminum, teir klæða vit við tess størri virðing; og teir limirnir, sum vit blúgvast við, verða viðfarnir við tess størri blúgv; 24hinir harímót, sum vit ikki blúgvast við, hava tað ikki neyðugt. Men Guð hevur sett likamið soleiðis saman, at hann gav tí ringara størri æru, 25fyri at tað ikki skal vera tvídráttur í likaminum, men fyri at limirnir skulu hava somu umsorgan hvør fyri øðrum. 26Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við. 27Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg. 28Og Guð hevur sett nakrar í kirkjuliðinum í fyrsta lagi til ápostlar, í øðrum lagi til profetar, í triðja lagi til lærarar, síðan kraftargerðir, tínæst gávur til at grøða, til at hjálpa, til at stýra, og ymsar tungutalur. 29Munnu allir vera ápostlar? Munnu allir vera profetar? Munnu allir vera lærarar? Munnu allir gera kraftargerðir? 30Munnu allir hava gávur at grøða? Munnu allir tala í tungum? Munnu allir týða? 31Men tráið eftir hinum størstu náðigávunum! Og eg skal vísa tykkum á ein ólíka betri veg.

Currently Selected:

Fyrra Korintbrævið 12: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in