1
Fyrra Korintbrævið 13:4-5
BÍBLIA
FB
Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur
Compare
Explore Fyrra Korintbrævið 13:4-5
2
Fyrra Korintbrævið 13:7
hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.
Explore Fyrra Korintbrævið 13:7
3
Fyrra Korintbrævið 13:6
hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum
Explore Fyrra Korintbrævið 13:6
4
Fyrra Korintbrævið 13:13
Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.
Explore Fyrra Korintbrævið 13:13
5
Fyrra Korintbrævið 13:8
Kærleikin fellur onga tíð burtur; men hvørt tað so eru profetagávur, so skulu tær fáa enda, ella tungur, so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa enda.
Explore Fyrra Korintbrævið 13:8
6
Fyrra Korintbrævið 13:1
Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla.
Explore Fyrra Korintbrævið 13:1
7
Fyrra Korintbrævið 13:2
Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg einki.
Explore Fyrra Korintbrævið 13:2
8
Fyrra Korintbrævið 13:3
Og um eg býtti út allar ognir mínar, og um eg læt likam mítt, so at eg varð brendur, men hevði ikki kærleika, tá gagnaði tað mær einki.
Explore Fyrra Korintbrævið 13:3
9
Fyrra Korintbrævið 13:11
Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av.
Explore Fyrra Korintbrævið 13:11