1
Fimta Mósebók 4:29
BÍBLIA
FB
Har munnu tit fara at leita eftir Harranum, Guði tínum, og tú skalt finna hann, um tú leitar av heilum huga og allari sál tíni.
Compare
Explore Fimta Mósebók 4:29
2
Fimta Mósebók 4:31
Tí at miskunnsamur er Harrin, Guð tín; hann koyrir teg ikki frá sær og letur teg ikki farast og gloymir ikki sáttmálan, sum hann svór fedrum tínum.
Explore Fimta Mósebók 4:31
3
Fimta Mósebók 4:24
Tí at Harrin, Guð tín, er oyðandi eldur, vandlátur Guð.
Explore Fimta Mósebók 4:24
4
Fimta Mósebók 4:9
Men tú skalt ansa eftir tær og vara teg fyri títt lív ikki at gloyma tað, sum tú við egnum eygum hevur sæð, og ikki lata tað fara tær úr minni allar ævidagar tínar, men kunngera tað eisini børnum og barnabørnum tínum.
Explore Fimta Mósebók 4:9
5
Fimta Mósebók 4:39
tí skalt tú í dag vita og leggja tær í geyma, at Harrin er Guð uppi í himnum og niðri á jørð og eingin annar.
Explore Fimta Mósebók 4:39
6
Fimta Mósebók 4:7
Tí at hvør er tann mikla tjóð, sum hevur gudar, ið koma til hennara eins og Harrin, Guð vár, kemur til okkara, hvørja ferð vit ákalla hann?
Explore Fimta Mósebók 4:7
7
Fimta Mósebók 4:30
Í komandi døgum, tá ið tú ert staddur í neyð, og alt hetta kemur yvir teg, tá manst tú víkja á Harran, Guð tín, og lýða rødd hansara.
Explore Fimta Mósebók 4:30
8
Fimta Mósebók 4:2
Tit skulu hvørki leggja nakað aftur at ella taka nakað burtur av tí, sum eg bjóði tykkum, men tit skulu halda boð Harrans, Guðs tykkara, sum eg áleggi tykkum.
Explore Fimta Mósebók 4:2