YouVersion Logo
Search Icon

Sefanja 1

1
Dómsorð yvir hjágudadýrkan í Júda
1Orð Harrans, ið kom til Sefanja Kusjisonar, Gedaljasonar, Ámarjasonar, Hizkiasonar á døgum Jósia Ámonssonar, Júdakongs. 2Burtur, ja burtur skal eg týna alt av jørðini, sigur Harrin; 3eg týni bæði fólk og fenað, himinsins fuglar og havsins fisk; eg lati hinar gudleysu farast og oyði syndarar út av jørðini, sigur Harrin. 4Og eg man rætta út hond mína móti Júda og øllum íbúgvum Jerúsalems og oyða av hesum staði alt, sum eftir er av Báal og nøvn hovprestanna saman við prestunum 5og teir, sum uppi á tøkunum tilbiðja himinsins her; somuleiðis teir, sum tilbiðja Harran og svørja við hann, men samstundis svørja við Milkom, 6og teir, sum viku frá Harranum og ikki leita til hansara og ikki spyrja eftir honum!
Dómsorð yvir ringar stjórnarmenn
7Verið kvirr fyri Harranum, drotninum, tí at dagur Harrans er komin nær. Harrin hevur tilbúgvið sláturoffur, og vígt hevur hann gestir sínar. 8Á sláturoffurdegi Harrans verður tað svá: Eg heimsøki høvdingarnar og kongasynirnar og øll, sum ganga í útlendskum klæðum. 9Tann dagin heimsøki eg hvønn tann, ið hoppar yvir gáttina, og sum fyllir hús harra síns við valdsgerð og svikum.
Dómsorð yvir ríkar keypmenn
10Á tí degi, sigur Harrin, skal hoyrast neyðarróp úr Fiskaliðinum, venan úr nýggja borgarbýlinginum og mikið brak av hæddunum. 11Venið tykkum tit íbúgvar Mortarans, tí at oyddur er allur keypmannaflokkurin, týndir eru allir, ið silvur viga.
Dómsorð yvir teir, sum einkisvirða Harran
12Á tí degi man eg rannsaka Jerúsalem við lykt og heimsøkja fólkið, ið liggur har á berskaka sínum og hugsar við sær: «Drottin ger hvørki gott ella ilt!» 13Men eyður teirra skal verða at ráni og hús teirra fara í sor; teir skulu byggja hús, men ikki búgva í teimum, leggja inn víngarðar, men ikki drekka vín teirra.
Harrans dagur í nánd
14Dagur Harrans, hin mikli, er nær; hann nærkast og kemur brádliga. Hoyr Harrans dag hin beiska, og hvussu hetjan rópar av neyð! 15Sá dagur er vreiðinnar dagur, dagur neyðar og trongdar, dagur við sorlan og soran ein dapur og dimmur dagur, dagur við skýsorta og bølamyrkri, 16dagur lúðurs og herróps ímóti víggirdum borgum og háreistum tindum. 17Tá man eg treingja vegir manna, sum blindir skulu teir ganga, tí at móti Harranum hava teir syndað; teirra blóð skal verða úthelt sum dusm og lívsmegi teirra sum trekkur. 18Hvørki silvur teirra ella gull kann bjarga teimum á Harrans vreiðinnardegi, tá ið øll jørðin ferst fyri brennandi vandlæti hans. Tí at hann skal beina fyri og gera bráðan enda á øllum, sum á jørðini búgva.

Currently Selected:

Sefanja 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy