YouVersion Logo
Search Icon

Hábakkuk 3

3
Harrin gongur fram til at døma heimsríkið og frelsa Ísrael
1Bøn av Hábakkuki profeti. Al sjigjonot. 2Harri, eg havi hoyrt títt giti; Harri, eg havi sæð tíni verk; áður enn dagarnir eru lidnir endurnýggja tey; áður enn dagarnir eru lidnir ger teg kunnan, í vreiðini minst til at miskunna! 3Guð kemur sunnan av Teman, hin heilagi frá Párans fjøllum. Sela. Hátign hans hylur himinin, av dýrd hans er jørðin full; 4undir honum glampar eins og eldur; og ljósgeislar stava frá lið hansara; har er máttur hansara huldur; 5undan honum drepsóttin gongur, og aftan á hann koma brunasóttir. 6Hann gongur fram, og jørðin skelvur, hann hyggur upp, og tjóðirnar nøtra; fyrndarfjøllini klovna, hinir ævigu heyggjarnir søkka; hann gongur á sama vegi sum í forðum. 7Sorg er í Kusjans tjøldum, og Midians tjalddúkar skelva. 8Hóttir tú, Harri, at áunum, ert tú illur við tær, og reiðist tú inn á havið, at tú soleiðis tokar fram á hestum tínum og sigursvagnum? 9Tú tekur fram tín boga og fyllir við ørvum tín ørvahúsa. Sela. Tú klývur jørðina, so áir streyma fram; 10fjøllini síggja teg og skelva, úr skýggjunum regnið streymar, og frumhavið hevjar sína rødd, 11sólin gloymir at rísa, og mánin steðgar síni ferð; tey flýggja fyri ljóma ørva tína og fyri tínum glampandi spjóti, 12í vreiði fert tú yvir jørðina, í bræði traðkar tú tjóðirnar niður. 13Til frelsu fólks tíns fert tú heiman til tess at hjálpa salvaða tínum; tú sorlar hústak hins gudleysa og ryður grundina burtur alt at kletti. Sela. 14Tú rekur spjót títt gjøgnum hans høvur, sum bos hans høvdingar fara fyri vindinum. 15Tú fert yvir havið við hestum tínum, yvir tey miklu ýlandi vøtn. 16Eg hoyrdi tað, og indur míni skulvu; av duninum pipraðu mínar varrar; rot kom í bein míni, og føtur mínir sløðraðu. Men eg vil bíða, til trongdardagurin kemur yvir ta tjóð, ið soraði okkum. 17Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. 18Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. 19Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki.

Currently Selected:

Hábakkuk 3: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Hábakkuk 3