YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 1

1
Áminning til viðvendingar
1Í áttanda mánaði á øðrum stjórnarári Dáriusar kom orð Harrans til Zakarja profets Berekjasonar, Iddosonar soljóðandi: 2Ógvuliga reiður var Harrin inn á fedrar tykkara; 3sig tí við teir: So sigur Harri herliðanna: Snúgvið tykkum til mín, sigur Harri herliðanna, tá vil eg snúgva mær til tykkara, sigur Harri herliðanna. 4Verið ikki sum fedrar tykkara, sum hinir fyrru profetarnir ámintu og søgdu við: So sigur Harri herliðanna: Víkið frá tykkara vándu vegum og frá tykkara vándu gerðum! Men teir vildu ikki lýða og góvu mær ikki gætur, sigur Harrin. 5Fedrar tykkara – hvar eru nú teir? Og profetarnir – liva teir ævinliga? 6Men míni orð og míni boð, sum eg havi álagt tænarum mínum, profetunum, raktu tey ikki fedrar tykkara, so at teir vendu við og søgdu: Eins og Harri herliðanna hótti at gera við okkum eftir athavi og verkum várum, soleiðis hevur hann gjørt við okkum.
Fyrsta sjón av teimum átta
7Á tjúgunda og fjórða degi hins ellivta mánaðar – tað er mánaðurin Sjebat – í øðrum stjórnarári Dáriusar kom orð Harrans til Zakarja profets, Berekjasonar, Iddosonar soljóðandi: 8Eg sá sjón á nátt: Maður ríðandi á reyðum hesti var steðgaður millum fjallanna, úti við ta djúpu gjónna, og honum á baki vóru reyðir, svartir, hvítir og flekkutir hestar. 9Og tá ið eg spurdi: «Hvørjir eru hesir, Harri?» svaraði eingilin, ið talaði við meg: «Eg skal greina fyri tær, hvørjir hesir eru.» 10Tá mælti maðurin, ið stóð millum fjallanna: «Hesir eru teir, sum Harrin hevur sent út til tess at fara um alla jørðina.» 11Og teir svaraðu eingli Harrans, ið stóð millum fjallanna, og søgdu: «Vit hava farið um jørðina og sí, øll jørðin er í ró og kvirru.» 12Eingil Harrans mælti og segði: «Harri herliðanna, hvussu leingi vilt tú drála enn við at eyðsýna miskunn móti Jerúsalem og Júda borgum, ið hava verið fyri vreiði tíni nú í sjeyti ár?» 13Við mildum orðum og uggandi svaraði tá Harrin einglinum, ið við meg talaði. 14Og eingilin, ið við meg talaði, segði við meg: Boða og sig: So sigur Harri herliðanna: Eg brenni av vandlæti fyri Jerúsalem og Zion, 15men av miklari vreiði móti hinum ekkaleysu heidningunum, ið gjørdu skaðan verri, enn eg hevði ætlað í vreiði míni. 16Tí sigur Harrin soleiðis: Eg komi aftur til Jerúsalem við miskunnsemi; hús mítt har skal verða afturreist, sigur Harri herliðanna, og mátingarband verða tant út um Jerúsalem. 17Boða framvegis: Soleiðis sigur Harri herliðanna: Aftur skulu borgir mínar vera á tremur av øllum góðum; Harrin skal aftur ugga Zion og velja sær út Jerúsalem.

Currently Selected:

Zakarja 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy