Zakarja 2
2
Onnur sjón: Fýra horn og fýra smiðir; dómsorð yvir heimsríkið
1Eg hevjaði eygu míni, leit meg um og sá fýra horn. 2Og eg segði við eingilin, ið við meg talaði: «Hvat merkja hesi?» Hann svaraði mær: «Hesi eru hornini, sum syndrað hava Júda, Ísrael og Jerúsalem.» 3Tínæst læt Harrin meg síggja fýra smiðir. 4Og eg spurdi: «Hvat ætla hesir at gera?» Hann svaraði og segði: «Hini eru tey hornini, sum syndraðu Júda, so eingin fekk hevjað sítt høvur; men hesir eru komnir til at hvessa øksir sínar og høgga hornini av teimum tjóðum, ið hevjaðu horn ímóti Júdalandi til tess at syndra tað.
Triðja sjón: Maður við mátingarbandi; dýrd Jerúsalems
5Eg hevjaði aftur eygu míni, leit meg um og sí, har var maður við mátingarbandi í hendi. 6Eg spurdi hann: «Hvar fert tú?» Hann svaraði: «At máta Jerúsalem til tess at kanna um breidd og longd hennara.» 7Tá gekk eingilin, ið við meg talaði, fram, og annar eingil gekk fram ímóti honum. 8Og hann segði við hann: «Far og sig við handa unga mannin: Opin og ógird skal Jerúsalem liggja fyri fjøldum av monnum og fenaði, sum har skal vera. 9Eg vil sjálvur, sigur Harrin, vera eldveggur kring hana og eyðsýna dýrd mína har. 10Upp, upp – flýggið úr norðurlandinum, sigur Harrin, tí frá himinsins fýra ættum savni eg tykkum saman, sigur Harrin! 11Upp, bjarga tær Zion, tú sum býrt hjá Bábel dóttur! 12Tí so sigur Harri herliðanna, av hvørs dýrd eg eri sendur til tær tjóðir, sum rændu tykkum: «Hvør, ið nertur tykkum, nertur mín eygnastein! 13Tí sí, eg reiggi hond míni móti teimum, so at teir skulu verða herfongur hjá trælum sínum. Og tit skulu sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg. 14Fegnast og gleð teg, tú Zions dóttir, tí sí, eg komi og taki upp bústað í miðjari tær, sigur Harrin.» 15Á tí degi munnu mangar tjóðir geva seg til Harrans og verða fólk hans og búgva í miðjari tær, og tú skalt sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg til tín. 16Tá man Harrin kanna sær Júda sum arvalut sín á heilagari jørð og aftur velja út Jerúsalem. 17Alt hold veri kvirt fyri Harranum, tí at nú er hann risin upp frá sínum heilaga bústaði.
Currently Selected:
Zakarja 2: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society