YouVersion Logo
Search Icon

Hásongurin 1

1
1Hásongurin eftir Sálomon. 2Mynn meg, gev mær koss av tínum munni, tí at ást tín er betri enn vín. 3Yndisliga anga tíni smyrsl, eins og úthelt olja er títt navn; tí unna moyggjar teg. 4Drag meg aftan á teg, latum okkum renna! – Kongurin leiddi meg inn í skemmur sínar –. Vær viljum fegnast og gleðast í tær, lovprísa ást tíni meira enn víni; ja, av rættum unna teg moyggjar!
5Svørt eg eri, men tó yndislig, tit Jorsala døtur, sum Kedars tjøld, sum tjalddúkar Salma. 6Farið ikki eftir, at eg eri døkkleitt, tí at sólin hevur meg brent. Synir móður mínar reiddust inn á meg, settu meg at gæta víngarðar; men mín egna víngarð vardi eg ikki.
7Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar tú røktar fylgi títt, hvar tú hvílist um hádagin? Hví skal eg ganga vilst og reika um hjá fylgjum felaga tína?
8Um tú ikki veitst tað, tú fagrasta av fljóðum, tá fylg bert seyðarásunum og røkta tíni geitalomb við bústaðir hirðanna.
9Við folarnar fyri vagni Fáraos eg líki teg, vina mín. 10Fríðar eru kinnar tínar undir perlurøð, hálsur tín undir perlubandi. 11Vær viljum gera tær gullfesti sett við silvurperlum.
12Meðan kongurin situr fyri borðum, rýkur tað væl av mínum nardussmyrsli. 13Eins og myrruknýti er unnusti mín, ið liggur mær nær við barm. 14Mín unnusti er mær tyssi av kofervínberjum úr víngørðunum í En-Gedi.
15Hvør ert tú føgur, vina mín, hvør ert tú føgur, eygu tíni eru dúgvur!
16Hvør ert tú fagur, unnusti mín, ja, yndisligur, grøn er okkara lega. 17Bjálkarnir í húsi várum eru sedristrø, bróstini av syprisviði!

Currently Selected:

Hásongurin 1: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy