YouVersion Logo
Search Icon

Prædikarin 12

12
Ungdómur og aldurdómur
1Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: «Tey huga mær ikki;» 2áðrenn sólin myrknar, og ljósið og mánin og stjørnurnar, og áðrenn skýggini koma aftur eftir regnið; 3tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða kropnir, og genturnar á kvørnini leggjast fyri, av tí at tær eru vorðnar fáar, og dimmligt er vorðið hjá teimum, sum hyggja út gjøgnum gluggarnar; 4og báðar útdyrnar verða stongdar, meðan dunið av kvørnini minkar; tá ið maður fer á føtur, tað fyrsta fuglur fer at láta, og allar songkonur verða lágmæltar; 5tá ið maður stúrir fyri hvørjari brekku, og ræðslur eru úti á veginum, og mandlutræið stendur í blóma, og grashoppurnar streva seg fram, og káperberið dovnar; tí at maðurin fer til sín æviga bústað, og tey, sum syrgja, ganga um gøtur; 6áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, og krukkan fer sundur við kelduna, og hjólið dettur brotið í brunnin, 7og moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður, og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann. 8Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, alt er fáfongd!
Endi
9Umframt tað at prædikarin var vísmaður, lærdi hann eisini fólkið fróðskap og grundaði og rannsakaði og setti saman mong orðtøk. 10Prædikarin royndi at finna føgur orð, og tað, sum hann við lít hevur skrivað, eru sannleiksorð. 11Orð av vísmonnum eru eins og broddar, og tilsaman eru tey eins og íslignir naglar; tey eru givin av einum hirða. 12Men ið hvussu er, sonur mín, tak við varninginum. At seta saman mangar bøkur, á tí er eingin endi, og mikil lesnaður troyttar likamið. 13Niðurløgan, tá ið alt er hoyrt, er: Óttast Guð og halt boð hansara, tí at tað eigur hvør maður at gera. 14Tí at Guð skal føra hvørt eitt verk fram fyri dómin, sum hildin verður yvir øllum tí, sum dult er, hvørt tað so er gott ella ilt.

Currently Selected:

Prædikarin 12: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy