YouVersion Logo
Search Icon

Hásongurin 2

2
1Eg eri Sárons rósa, liljan í dølunum.
2Eins og lilja millum torna, svá er vina mín millum moyggja.
3Eins og apaldur millum skógartrøini, so er unnusti mín millum ungar menn; í skugga hans eg elski at sita; ávøkstur hans er góma mínum søtur.
4Hann leiddi meg inn í vínhúsið, har kærleiki er merki yvir mær. 5Styrkið meg við vínberjakøkum, stimbrið meg við súreplum, tí at eg eri sjúk av ást! 6Hans vinstra hond er undir mínum høvdi, við síni høgru hann meg fevnir. 7Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, við skógargeitir og hindirnar í haga: Órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hana sjálva fýsir!
8Hoyr, hatta er unnusti mín! Sí, har kemur hann á ferð yvir fjøllini, rennandi upp um brekkurnar. 9Unnusti mín er sum skógargeit, hann er sum hindarkálvur. Hann stendur longu undir vegginum, hyggur inn um gluggan, kagar inn um rimarnar. 10Vinur mín tekur til máls og talar til mín: Vina mín, statt nú upp, tú mín væna, kom nú higar út! 11Tí at nú er veturin liðin, regntíðin farin, komin at enda; 12blómurnar síggjast á jørðini, sangtíðin er komin, turtildúgvan hoyrist láta í okkara landi. 13Fikurnar eru farnar at búnast, tað angar av blómandi vínberjagreinum. Vina mín, statt upp, tú mín væna, kom higar út! 14Dúgva mín, sum hølast í gjáum og glyvrum, lat meg skoða tína ásjón, hoyra tína rødd, tí at rødd tín er ljómandi, tín ásýnd yndislig.
15Takið okkum revarnar, smárevarnar, ið víngarðarnar spilla, tí at víngarðar standa í blóma. 16Unnusti mín er mín, og eg eri hans; hann røktar sítt fylgi millum liljur. 17Tá ið dagur aftnar, og skuggarnir leingjast, kom aftur, mín unnusti, ver sum skógargeitin, sum hindarkálvur á angandi fjøllum.

Currently Selected:

Hásongurin 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy