Titusarbrævið 2
2
Hvussu Titus skal røkja starv sítt í kirkjuliðinum
1Tú harímót, tala tað, sum hóskar fyri hina heilnæmu læruna: 2at gamlir menn skulu vera fráhaldandi, virðuligir, hóvsamir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í úthaldninum; 3at gamlar konur somuleiðis skulu skikka sær, sum tað sømir heilagum, ikki baktala, ikki vera falnar til drykk, men vera lærarar í tí, sum gott er, 4fyri at tær mega upplæra hinar ungu konurnar til at elska menn sínar og at elska børn síni, 5at vera hóvsamar, siðiligar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, fyri at Guðs orð ikki skal verða spottað. 6Somuleiðis skalt tú áminna hinar ungu menninar at vera hóvsamar, 7við tað at tú í øllum førum sýnir teg sjálvan sum eina fyrimynd í góðum gerningum, og at tú í læruni sýnir reinleika og virðuleika, 8heilnæma, ólastandi talu, fyri at mótstøðumaðurin má verða til skammar, tá ið hann einki ilt hevur at siga um okkum. 9Áminn trælir, at teir skulu vera sínum egnu harrum undirgivnir og vera teimum til vildar í øllum lutum, ikki siga ímót, 10ikki svíkja, men sýna allan góðan trúskap, fyri at teir í øllum førum kunnu vera eitt prýði fyri læru Guðs, frelsara várs.
Guðs náði til frelsu uppsiðar
11Tí at Guðs náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, 12og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi, 13væntandi hina sælu vón og opinberingina av dýrd hins stóra Guðs og frelsara várs, Jesu Krists, 14hann sum gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar. 15Tala hetta, og áminn og revsa við øllum myndugleika; lat ongan vanvirða teg!
Currently Selected:
Titusarbrævið 2: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society