1
Titusarbrævið 2:11-12
BÍBLIA
FB
Tí at Guðs náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi
Compare
Explore Titusarbrævið 2:11-12
2
Titusarbrævið 2:13-14
væntandi hina sælu vón og opinberingina av dýrd hins stóra Guðs og frelsara várs, Jesu Krists, hann sum gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar.
Explore Titusarbrævið 2:13-14
3
Titusarbrævið 2:7-8
við tað at tú í øllum førum sýnir teg sjálvan sum eina fyrimynd í góðum gerningum, og at tú í læruni sýnir reinleika og virðuleika, heilnæma, ólastandi talu, fyri at mótstøðumaðurin má verða til skammar, tá ið hann einki ilt hevur at siga um okkum.
Explore Titusarbrævið 2:7-8