Bible App logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 12:3-4

Jóhannesar opinbering 12:3-4 FB

Og annað tekin kom til sjóndar á himni, og sí: stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn, og á høvdunum sjey krúnur. Og hali hansara tók triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær oman á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, sum komin var at eiga barn, fyri at gloypa barni hennara, tá ið hon hevði átt tað.