Jóhannesar opinbering 10
10
Eingilin við lítlu bókini
1Og eg sá annan veldigan eingil stíga oman av himni, sveipaðan í skýggi, og ælabogin var yvir høvdi hansara, og ásjón hansara var sum sólin, og føtur hansara sum eldstólpar. 2Og hann hevði í hondini lítla, opna bók; og við høgra fóti stóð hann á havinum, og við vinstra fóti á jørðini. 3Og hann rópaði við harðari rødd, sum tá ið leyva ýlir. Og tá ið hann hevði rópað, talaðu hinar sjey torurnar við røddum sínum. 4Og tá ið hinar sjey torurnar høvdu talað, ætlaði eg at fara at skriva, og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: «Innsigla tað, sum hinar sjey torurnar talaðu, og skriva tað ikki upp!»
Eingilin svør, at loyndardómur Guðs skal verða fullførdur
5Og eingilin, sum eg sá standa á havinum og á jørðini, lyfti upp síni høgru hond til himmalin, 6og svór við tann, sum livir um aldur og allar ævir, hann sum skapaði himmalin og tað, sum í honum er, og jørðina og tað, sum á henni er, og havið og tað, sum í tí er, at tað ikki longur skal verða nøkur tíð, 7men í teimum døgum, tá ið rødd sjeynda eingilsins skal hoyrast, tá ið hann fer at básúna, tá skal eisini loyndardómur Guðs verða fullførdur, soleiðis sum hann hevur boðað tænarum sínum, profetunum, gleðiboðskapin um.
Jóhannes skal eta bókina
8Og røddin, sum eg hoyrdi av himni, talaði aftur við meg og segði: «Far og tak ta lítlu, opnu bókina í hond eingilsins, sum stendur á havinum og á jørðini!» 9Og eg fór til eingilin og segði við hann at geva mær lítlu bókina, og hann sigur við meg: «Tak hana og et hana alla sum hon er, og hon skal svíða í búki tínum, men í munni tínum skal hon vera søt sum hunangur!» 10Og eg tók lítlu bókina úr hond eingilsins, og át hana upp, og hon var í munni mínum søt sum hunangur, og tá ið eg hevði etið hana, kendi eg sviða í búki mínum. 11Og teir siga við meg: «Tú eigur aftur at profetera um mangar tjóðir og fólkasløg og tungumál og kongar.»
Currently Selected:
Jóhannesar opinbering 10: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society