Og eg fór til eingilin og segði við hann at geva mær lítlu bókina, og hann sigur við meg: «Tak hana og et hana alla sum hon er, og hon skal svíða í búki tínum, men í munni tínum skal hon vera søt sum hunangur!» Og eg tók lítlu bókina úr hond eingilsins, og át hana upp, og hon var í munni mínum søt sum hunangur, og tá ið eg hevði etið hana, kendi eg sviða í búki mínum.