YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 142

142
1Ein maskil; av Dávidi, tá ið hann var í hellinum, ein bøn. 2Hart eg rópi til Harrans, hart eg Harran bøni. 3Eg helli út mína sorg fyri ásjón hans, eg sigi fyri honum mína neyð. 4Tá ið ørmaktast í mær andi mín, tú tó kennir gøtu mína. Á tí vegi, sum ganga eg skal, teir snerrur hava fyri mær loynt. 5Eg líti til høgru og hyggi, men eingin kennist við meg; einki eg eigi mær høli, eingin leggur í meg. 6Til tín eg rópi, Harri; eg sigi: «Tú ert mítt skjól, mín lutur í landi teirra livandi.» 7Lýð á neyðarróp mítt, tí eg sára hjálparleysur eri! Bjarga mær frá fíggindum mínum, tí teir eru mær ov sterkir! 8Loys mína sál úr fangahúsi, at eg má lova navni tínum, tí rættvísir eftir mær bíða, at tú væl vilt móti mær gera!

Currently Selected:

Sálmarnir 142: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in