YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 141

141
Ein sálmur, av Dávidi.
1Harri, eg kalli á teg, skunda tær til mín! Lýð á mína reyst, tá ið eg kalli á teg! 2Bøn mín komi sum roykoffur fyri títt andlit, mínar upplyftu hendur sum matoffur á kvøldi! 3Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína! 4Lat ei hjarta mítt venda sær at nøkrum illum, til tess at útinna gudloysis verk saman við illgerðarmonnum, og lat meg ei eta krásir teirra! 5Um meg rættvísur slær av alski og meg agar, slíkum høvuðsmyrsli skal ei mítt høvur berast undan. Varir tað við, so er tó mín bøn móti ilsku teirra. 6Dómarar teirra verða rindaðir niður av kletti, og hoyra teir skulu, at orð míni yndislig eru. 7Sum tá ið jørðin verður pløgd og grivin, so liggja bein vár spjødd við heljarportur. 8Tí til tín, Harri, drottin mín, er eyga mítt vent, hjá tær eg søki skjól, lat ei lív mítt vera falt! 9Varðveit meg frá fellum teimum, ið teir hava fyri meg sett, og frá snerrum illgerðarmanna! 10Hinir gudleysu falli allir í net síni egnu, men eg sleppi undan!

Currently Selected:

Sálmarnir 141: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in