Fjórða Mósebók 29
29
Framhald
1Á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starvast í nakrari vinnu; tann dagin skulu tit halda við lúðrablástri. 2Og sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit ofra ein ungan tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys lomb; 3og aftur við teimum skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum 4og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum. 5Og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur til at veita tykkum sáttargerð, 6umframt tendringarbrenniofrið við grónofrinum afturvið og hitt dagliga brenniofrið við grónofrinum og droypiofrunum afturvið eftir rættum siði, sum vælangandi royk av eldofri til Harrans.
7Tíggjunda dagin í hesum sama sjeynda mánaði skulu tit halda halgistevnu og svølta tykkum og ikki starva í nakrari vinnu. 8Sum brennioffur og vælangandi royk til Harrans skulu tit frambera ungan tarv, veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka; 9og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við tarvinum, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum 10og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum; 11og somuleiðis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt sáttargerðarsyndaofrið og tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofrum afturvið.
12Og fimtanda dagin hins sjeynda mánaðar skulu tit halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu, men halda hátíð fyri Harranum í sjey dagar. 13Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffur og vælangandi royk Harranum til handar frambera trettan ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór skulu tit taka, 14og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum av teimum trettan tarvunum, tveir tíggjundapartar aftur við hvørjum veðrinum 15og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum fjúrtan lombunum; 16framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
17Annan dagin skulu tit ofra tólv ungar tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór, 18og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; 19og framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
20Triðja dagin skulu tit ofra ellivu tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór – 21og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; 22framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
23Fjórða dagin skulu tit ofra tíggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; 24og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; 25framvegis ein geitarhavur sum syndaoffur umframt tað dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
26Fimta dagin skulu tit ofra níggju tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; 27og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; 28og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
29Sætta dagin skulu tit ofra átta tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; 30og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; 31og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
32Sjeynda dagin skulu tit ofra sjey tarvar, tveir veðrar og fjúrtan veturgomul lomb, lýtaleys djór; 33og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; 34og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
35Áttanda dagin skulu tit halda hátíðarstevnu og ikki starva í nakrari vinnu. 36Tá skulu tit sum brennioffur, sum eldoffurs vælangandi royk Harranum til handar ofra ein tarv, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór; 37og aftur við tí grónofrið og droypiofrini samsvarandi tali tarvanna, veðranna og lambanna eftir rættum siði; 38og framvegis ein havur sum syndaoffur umframt hitt dagliga brenniofrið við grónofri og droypiofri sínum afturvið.
39Hesi offur skulu tit frambera Harranum á hátíðum tykkara umframt heitoffur og sjálvbodnu offur tykkara, hvørt tað eru brennioffur, grónoffur, droypioffur ella takkaroffur.» 30,1 Og Móses talaði til Ísraelsmanna í øllum, so sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 29: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society