Fjórða Mósebók 28
28
Offurlógir
1Og Harrin talaði við Móses og segði: 2«Bjóða Ísraelsmonnum og sig við teir: Minnist væl til at frambera mær í tøkum tíma offurgávur mínar og mat av eldofrum mínum til vælangandi royk. 3Og tú skalt siga við teir: Hetta er eldofrið, sum tit skulu frambera Harranum: Hvønn dag tvey veturgomul, lýtaleys veðurlomb sum dagligt brennioffur. 4Annað lambið skalt tú ofra um morgunin og hitt um sólsetur. 5Og aftur við tí sum grónoffur ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðings hin av olju úr stoyttum oljuberjum – 6tað er tað dagliga brenniofrið, sum varð ofrað undir Sinai fjalli sum eldoffur og vælangandi roykur til Harrans – 7og framvegis aftur við tí sum droypioffur eina fjórðings hin av víni aftur við hvørjum lambi. Í halgidóminum skal droypioffur av mjøði verða framborið Harranum. 8Hitt lambið skalt tú ofra um sólsetur. Við sama grónofri og droypiofri sum um morgunin skalt tú ofra tað, sum eldoffurs vælangandi royk til Harrans.
9Á hvíludegnum skulu vera tvey veturgomul, lýtaleys lomb og sum grónoffur tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, rørdum við olju, og aftur við tí droypiofrið. 10Hetta er hvíludagsbrenniofrið á hvørjum hvíludegi umframt hitt dagliga brenniofrið við droypiofrinum afturvið.
11Fyrsta dagin í hvørjum mánaði skulu tit frambera Harranum sum brennioffur tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb, lýtaleys djór; 12og sum grónoffur aftur við hvørjum tarvi tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, sum grónoffur aftur við hvørjum veðri tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju; 13og sum grónoffur aftur við hvørjum lambi ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju. Hetta er brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur til Harrans; 14men sum droypioffur teirra, hálva hin av víni aftur við hvørjum tarvi, triðings hin av víni aftur við veðrinum og fjórðings hin av víni aftur við hvørjum lambi. Hetta er mánaðarbrenniofrið, sum eigur at verða ofrað hvønn ársins mánað. 15Somuleiðis skal verða ofrað Harranum umframt hitt dagliga brenniofrið ein geitarhavur sum syndaoffur við droypiofri sínum afturvið.
16Men fjúrtanda dagin hins fyrsta mánaðar skulu vera páskir fyri Harranum. 17Og fimtanda dagin í sama mánaði skal vera hátíð, í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. 18Fyrsta dagin skal vera halgistevna, tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu. 19Tit skulu frambera Harranum sum eldoffur, brennioffur, tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb – lýtaleys djór skulu tit taka. 20Og sum grónoffur aftur við tí skulu tit ofra fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum tarvi, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum, 21og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum. 22Framvegis ein havur sum syndaoffur til at veita tykkum sáttargerð. 23Hetta skulu tit ofra umframt morgunbrenniofrið, tað dagliga brenniofrið. 24Tílík offur skulu tit frambera hvønn dag í sjey dagar sum eldoffurmat og vælangandi royk til Harrans. Aftur við tí skal verða ofrað droypiofrið umframt dagliga brenniofrið. 25Sjeynda dagin skulu tit halda halgistevnu; tá mega tit ikki starva í nakrari vinnu.
26Á frumgróðrardegnum, tá ið tit frambera Harranum grónoffur av tí nýggja gróðrinum á vikuhátíðum tykkara, tá skulu tit halda halgistevnu og ikki starva í nakrari vinnu. 27Og sum brennioffurs vælangandi royk til Harrans skulu tit frambera tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgomul lomb; 28og aftur við tí skulu tit ofra sum grónoffur fínt mjøl, blandað við olju, tríggjar tíggjundapartar av efu aftur við hvørjum tarvi, tveir tíggjundapartar aftur við veðrinum 29og ein tíggjundapart aftur við hvørjum av teimum sjey lombunum. 30Eisini skulu tit ofra ein geitarhavur til tess at veita tykkum sáttargerð. 31Hetta skulu tit ofra umframt dagliga brenniofrið við grónofri afturvið og droypioffur tess, lýtaleys djór skulu tit taka.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 28: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society