Bible App logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 22

22
Um Bileam
1Síðan fóru Ísraelsmenn avstað haðan og settu herbúðir sínar á Móabsslættanum hinumegin Jórdan áraka Jeriko.
2Men Bálak Zipporsson fekk tá fregn um alt, sum Ísrael hevði gjørt Ámoritum; 3tá kom yvir Móabitar mikil ræðsla fyri fólkinum; tí at tað var fjølment, og Móabitar ønskraðust fyri Ísraelsmonnum. 4Tá søgdu Móabitar við hinar elstu í Midian: «Nú man henda mannfjøld fara at eta upp alt, sum er kring okkum, eins og oksarnir eta tað grøna grasið av markini.» Bálak Zipporsson var um tað mundið kongur í Móab. 5Hann sendi nú ørindrekar á fund Bileams Beorssonar í Petor, sum liggur við ánna, í land Ammonita til tess at biðja hann koma; teir skuldu siga við hann: «Higar er komin tjóð úr Egyptalandi, og sí, hon breiðir seg út um landið alt, og nú hevur hon tikið upp bústað her tætt hjá mær. 6Kom tí og bølbið hesa tjóð fyri meg, tí at hon er mær ov sterk; kanska eg tá fái bast henni og rikið hana út úr landinum, tí at eg veit, at tann, sum tú vælsignar, verður vælsignaður, og at tann, ið tú bølbiður, verður bølbiðin.» 7Móabs og Midians elstu fóru nú avstað og høvdu spásagnarløn við sær; og tá ið teir komu til Bileams, fluttu teir honum Bálaks orð. 8Hann segði við teir: «Verið her í nátt, so skal eg geva tykkum svar eftir tí, sum Harrin sigur við meg.» Og høvdingar Móabs dvaldu hjá Bileami um náttina. 9Men Guð kom til Bileams og segði: «Hvørjir eru hasir menn, ið hjá tær eru?» 10Bileam svaraði Guði: «Bálak Zipporsson, kongur av Móab, hevur sent mær hesi boð: 11Sí, einhvør tjóð er komin higar úr Egyptalandi og hevur breitt seg út um landið alt. Kom nú og bølbið mær hana, kanska eg tá vinni sigur á henni og fái rikið hana burtur.» 12Men Guð segði við Bileam: «Ikki skalt tú fara við teimum, og ikki skalt tú bølbiðja hasa tjóð, tí at hon er vælsignað!» 13Morgunin eftir fór Bileam upp og segði við høvdingar Bálaks: «Farið heim aftur í land tykkara, tí at Harrin loyvir mær ikki at koma við tykkum.» 14Høvdingar Móabs fóru tá avstað og komu til Bálaks og søgdu: «Bileam bar seg undan at koma við okkum.»
15Bálak sendi uppaftur høvdingar avstað, fleiri og mætari enn teir fyrru. 16Og teir komu til Bileams og søgdu við hann: «So sigur Bálak Zipporsson: Aftra teg ikki frá at koma á mín fund! 17Eg vil veita tær mikla sømd og gera alt, sum tú biður meg um; kom nú og bølbið mær hesa tjóð!» 18Men Bileam svaraði og segði við tænarar Bálaks: «Um so Bálak gevur mær hús síni full av silvuri og gulli, kann eg tó ikki gera ímóti boði Harrans, Guðs míns, hvørki í lítlum ella stórum. 19Men verið nú eisini tit her í nátt; eg fái tá at síggja, hvat Harrin aftur man fara at siga við meg.» 20Tá kom Guð um náttina til Bileams og segði við hann: «Eru hasir menn komnir til tess at fáa teg við sær, tá statt upp og far við teimum; men ger ikki annað enn tað, sum eg sigi tær.» 21Bileam reis tá snimma um morgunin, saðlaði øsnu sína og fór við Móabs høvdingum.
22Men tá tendraðist vreiði Guðs yvir, at hann var farin við, og eingil Harrans tók støðu á vegnum til at veita honum mótstøðu, har hann nú kom ríðandi á øsnu síni saman við báðum sveinum sínum. 23Men tá ið øsnan sá eingil Harrans standa á vegnum við bregðaðum svørði í hendi, veik hon til viks av vegnum og fór út í akurlendið. Tá tók Bileam at lemja øsnuna til tess at fáa hana inn aftur á vegin. 24Eingil Harrans tók nú støðu millum víngarðanna, í geilini har grótgarðar vóru báðumegin. 25Men tá ið øsnan bar eyga við eingil Harrans, trýsti hon seg upp móti garðinum, soleiðis at fótur Bileams kom ímillum; tá tók hann aftur á at lemja hana. 26Eingil Harrans førkaði seg nú undan og tók støðu í einum tronga, har ikki bar til at fara til viks, hvørki til høgru ella vinstru. 27Men tá ið øsnan sá eingil Harrans, legði hon seg undir Bileami; tá reiddist Bileam og tók at lemja øsnuna við stavi sínum. 28Men tá læt Harrin munn øsnunnar upp, og hon segði við Bileam: «Hvat havi eg gjørt tær, at tú tríggjar ferðir hevur lamt meg av?» 29Bileam svaraði øsnuni: «Tú hevur argað meg; hevði eg havt svørð hjá mær, skuldi eg dripið teg!» 30Tá segði øsnan við Bileam: «Eri eg ikki øsna tín, sum tú hevur riðið á fram at hesum degi? Havi eg verið von at fara fram á henda hátt móti tær?» Hann svaraði: «Nei.» 31Í sama bili læt Harrin eygu Bileams upp, so at hann sá eingil Harrans, ið stóð á vegnum við bregðaðum svørði í hendi; tá lútaði hann honum og fell fram á ásjón sína. 32Men eingil Harrans segði við hann: «Hví hevur tú nú tríggjar ferðir lamt øsnu tína? Tað eri eg, sum eri farin út at veita tær mótstøðu, tí at henda ferð tín er ímóti mínum vilja. 33Øsnan sá meg og veik tríggjar ferðir til viks fyri mær; og var hon ikki farin til viks fyri mær, hevði eg dripið teg, men latið øsnuna verið á lívi.» 34Tá segði Bileam við eingil Harrans: «Eg havi syndað; tí at eg visti ikki, at tú stóðst fyri mær á vegnum. Men mislíkar tær henda ferð, vil eg venda aftur.» 35Eingil Harrans svaraði Bileami: «Far tú við hasum monnunum; men einans teimum orðum mást tú mæla, sum eg sigi tær.» Bileam fór tá við høvdingum Bálaks.
36Tá ið Bálak hoyrdi, at Bileam var á veg, fór hann út ímóti honum til Ar-Móab, ið liggur við landamarkið Arnon, sum er ytsta landamark. 37Og Bálak segði við Bileam: «Sendi eg ikki boð eftir tær og bað teg koma? Hví komst tú ikki til mín? Skuldi eg av sonnum ikki verið førur fyri at veita tær sømd afturfyri?» 38Bileam svaraði Bálaki: «Sí, nú eri eg komin til tín; men man eg fáa sagt nakað av mær sjálvum? Nei, tey orð, sum Guð leggur mær í munn mín, tey má eg mæla.» 39Síðan fór Bileam við Bálaki, og teir komu til Kirjat-Huzot. 40Har ofraði Bálak neyt og seyðir og sendi Bileami og høvdingunum, ið við honum vóru, nakað av tí. 41Og morgunin eftir tók Bálak Bileam við sær niðan á Bámot-Báal. Haðan sá hann tað ytsta av herbúðum fólksins.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 22: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 22