1
Fjórða Mósebók 22:28
BÍBLIA
FB
Men tá læt Harrin munn øsnunnar upp, og hon segði við Bileam: «Hvat havi eg gjørt tær, at tú tríggjar ferðir hevur lamt meg av?»
Compare
Explore Fjórða Mósebók 22:28
2
Fjórða Mósebók 22:31
Í sama bili læt Harrin eygu Bileams upp, so at hann sá eingil Harrans, ið stóð á vegnum við bregðaðum svørði í hendi; tá lútaði hann honum og fell fram á ásjón sína.
Explore Fjórða Mósebók 22:31
3
Fjórða Mósebók 22:32
Men eingil Harrans segði við hann: «Hví hevur tú nú tríggjar ferðir lamt øsnu tína? Tað eri eg, sum eri farin út at veita tær mótstøðu, tí at henda ferð tín er ímóti mínum vilja.
Explore Fjórða Mósebók 22:32
4
Fjórða Mósebók 22:30
Tá segði øsnan við Bileam: «Eri eg ikki øsna tín, sum tú hevur riðið á fram at hesum degi? Havi eg verið von at fara fram á henda hátt móti tær?» Hann svaraði: «Nei.»
Explore Fjórða Mósebók 22:30
5
Fjórða Mósebók 22:29
Bileam svaraði øsnuni: «Tú hevur argað meg; hevði eg havt svørð hjá mær, skuldi eg dripið teg!»
Explore Fjórða Mósebók 22:29
6
Fjórða Mósebók 22:27
Men tá ið øsnan sá eingil Harrans, legði hon seg undir Bileami; tá reiddist Bileam og tók at lemja øsnuna við stavi sínum.
Explore Fjórða Mósebók 22:27