YouVersion Logo
Search Icon

Jónas 3

3
Jónas í Nineve
1Orð Harrans kom til Jónasar aðru ferð soljóðandi: 2«Statt upp og gakk til Nineve, hina miklu borg, og flyt har boðskapin, ið eg havi boðið tær.» 3Og Jónas fór avstað til Nineve, eins og Harrin hevði boðið honum. Men Nineve var ovurmikil borg, tríggjar dagsferðir á longd. 4Tá ið Jónas nú hevði gingið eina dagsferð inn í borgina, steðgaði hann á og rópaði: «Um fjøruti dagar skal Nineve verða løgd í oyði!» 5Og Ninevemenn trúðu Guði, boðaðu føstu og lótu seg í sekk, bæði ung og gomul. 6Tá ið kongurin av Nineve frætti hesi tíðindi, fór hann úr hásæti sínum, tveitti av sær skikkju sína og læt seg í sekk og settist í øsku. 7Og hann læt kunngera í Nineve: «Eftir boði frá kongi og stórmennum hans skal hvørki fólk ella fenaður, hvørki neyt ella seyður njóta nakað; tey mega hvørki ganga á gras ella drekka vatn. 8Heldur mega tey lata seg í sekk – bæði fólk og fenaður – og bønandi rópa til Guðs, og hvør ein fara av sínum ónda vegi og frá illgerðum, ið eru í hondum teirra. 9Hvør veit, um ikki Guð kundi hálsað um og iðrað seg um hetta og lætt av vreiði síni, so at vit ikki farast!» 10Tá ið Guð sá gerðir teirra, at teir vóru farnir av sínum rongu leiðum, tá iðraði Guð seg eftir tí illa, sum hann hevði ætlað at gera teimum og gjørdi tað ikki.

Currently Selected:

Jónas 3: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in