YouVersion Logo
Search Icon

Jónas 2

2
Takkarsongur Jónasar
1Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi, og Jónas var í kviði fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur. 2Tá bað Jónas í kviði fisksins til Harrans, Guðs síns, 3og segði: Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína. 4Tú tveitti meg út í bládýpið á miðjum havi, so at streymar skolaðu um meg; allar bárur tínar og bylgjur brutu yvir mær. 5Eg hugsaði: «Eg eri burturrikin frá eygum tínum; man eg nakrantíð aftur skoða títt heilaga tempul?» 6Vøtnini nívdu meg at sálini, havdýpið var um meg; tari var vavdur um høvur mítt. 7At grundvøllum fjallanna fór eg niður, lokur jarðarinnar vóru drignar aftur fyri mær med alla; tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Guð mín! 8Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum. 9Teir, ið stunda á fáfongd og tómleika, havna náðini. 10Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum. 11Tá beyð Harrin fiskinum at spýggja Jónas upp á land.

Currently Selected:

Jónas 2: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in