YouVersion Logo
Search Icon

Jeremia 3

3
Einki tykist vera at grøða trúloysi fólksins
1Tá ið maður rekur konu sína aftur, og hon giftist øðrum manni, kann hon tá koma aftur til hansara? Er ikki tílík kona gjøgnumdálkað av skemd? Og tú, sum hevur drivið hor við mongd av monnum, ætlar at koma aftur til mín, sigur Harrin. 2Lít niðan á hasar skógarleysu hólarnar og hygg eftir! Hvar mundi tú ikki lata teg neyðtaka? Við vegirnar satst tú og kólaði eftir teimum eins og Árábar í oyðimørkum og vanhalgaði landið bæði við hordómi tínum og vándsku tíni. 3Og teir mongu vinir tínir vórðu tær snerra; men tú hevði enni sum á skøkju; skomm var ikki skapt í tær. 4Rópaði tú ikki nýliga til mín: Faðir mín! Tú ert ungdómsvinur mín! 5Man hann ævinliga vera reiður ella halda á við at hava agg allar ævir? Sí, soleiðis talar tú; men fremur samstundis alt tað illa, sum tú kanst.
Júda er verri enn Ísrael
6Harrin segði við meg á døgum Jósia kongs: Sást tú, hvat hin trúleysa konan Ísrael gjørdi? Hon fór niðan á hvønn høgan knúk, og undir hvørjum grønum træi horaðist hon. 7Eg hugsaði nú, at hon eftir at hava gjørt alt hetta mundi fara at snúgvast aftur til mín; men hon snúðist ikki aftur. Hetta sá hennara ótrúgva systir Júda. 8Hon sá, at eg rak konuna Ísrael aftur vegna hordóm hennara og gav henni skilnaðarbræv; kortini óttaðist ótrúgva systir hennara, Júda, ikki! Men hon fór eisini og dreiv hor. 9Við síni ótamdu horan vanhalgaði hon landið og horaðist við steinum og træbulum. 10Og kortini vendi ótrúgva systir hennara, Júda, ikki við til mín av heilum huga, men einans á kvamsvís, sigur Harrin. 11Og Harrin segði við meg: Hin trúleysa Ísrael er sakleysari enn hin ótrúgva Júda.
Harrin er fúsur at sýna miskunn, um fólkið vendir við
12Far og rópa hesi orð í norður: Snúgv tær aftur, tú trúleysa Ísrael – sigur Harrin – eg skal ikki longur vera reiður á tykkum; tí at eg eri miskunnsamur, sigur Harrin; eg vil ikki ilskast um allar ævir; 13men viðurkenn misgerð tína, hvussu tú sleitst trúnað við Harran, Guð tín, og lást og rakst undir hvørjum grønum træi trásjúk eftir hinum fremmandu, men hoyrdi ikki rødd mína, sigur Harrin.
Spádómur um heimkomu til Zions
14Komið aftur, tit trúleysu synir, sigur Harrin, tí at eg eri Harri tykkara, og eg skal taka tykkum, ein úr hvørji borg og tveir úr hvørji ættargrein og flyta tykkum aftur til Zions; 15og eg skal geva tykkum hirðar eftir hjarta mínum, sum skulu røkta tykkum við hyggindum og skynsemi. 16Og tá ið tit fjølgast og verða gróðursamir í landinum á teimum døgum, sigur Harrin, tá skulu menn ikki tala um sáttmálaørk Harrans, og hon skal ikki koma nøkrum í huga; teir skulu ikki minnast til hennara og ikki heldur sakna hana, og eingin nýggj skal verða gjørd. 17Tá skal Jerúsalem eita «Hásæti Harrans», og allar tjóðir skulu savnast hagar til navns Harrans í Jerúsalem og ikki meira fara eftir treiski vánda hjarta síns. 18Á teimum døgum skal Júda hús ganga saman við Ísraels hús, og saman skulu teir koma úr norðurlandinum inn í tað landið, sum eg gav fedrum teirra til ognar.
Vón er fyri fólkinum
19Og eg, eg segði við teg: Sonanna millum skal eg seta teg og geva tær alfagurt land, hin dýrmætasta arvalut tjóðanna. Og framvegis mælti eg: Nevn meg faðir og lætt ikki av at fylgja mær. 20Men eins og kona svíkur vin sín, soleiðis sveikst tú meg, Ísraels hús, sigur Harrin. 21Hoyr! Á skógarleysu heyggjunum hoyrist grátur, bønandi eymkan Ísraelsmanna, av tí at teir fóru krókvegir, Harran, Guð sín, gloymdu teir. 22Vendið aftur, tit fráfalnu synir; eg vil grøða fráfall tykkara. Sí, her eru vit, vit koma til tín, tí at tú ert Harrin, Guð vár. 23Vissuliga vóru heyggjarnir og fjallanna óljóð einans fáfongd! Vissuliga er frelsa Ísraels hjá Harranum, Guði várum! 24Skemdin hevur oytt ognir fedra vára alt frá ungdómi okkara, smalur teirra og neyt, synir teirra og døtur. 25Í skemd okkara fara vit til songar, og skomm okkara breiða vit yvir okkum, tí at móti Harranum, Guði várum, hava vit syndað, bæði vit og fedrar okkara frá ungdómi okkara og alt fram at hesum degi, og rødd Harrans, Guðs várs, hava vit ikki lýtt.

Currently Selected:

Jeremia 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy