YouVersion Logo
Search Icon

Jeremia 2

2
Í oyðimørkini fylgdi fólkið Harranum
1Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Far og rópa inn í oyruni á Jerúsalem: So sigur Harrin: Eg minnist ungdómskærleika tín, alskhug tín, tá ið tú vart brúður og fylgdi mær í oyðimørkini, í landi, har ikki verður sáað. 3Ísrael var halgaður Harranum, frumgróðurin av úrtøku hans; allir, ið vildu eta hann, vórðu sekir, ógæva rakti teir, sigur Harrin.
Men nú er fólkið trúleyst
4Hoyrið orð Harrans, Jákups hús og øll ættarkyn av Ísraels húsi: 5So sigur Harrin: Hvat hava fedrar tykkara funnið av órætti hjá mær, at teir fóru burtur frá mær og eltu fánýtar gudar, til teir sjálvir vórðu fánýtir? 6Teir spurdu ikki: Hvar er Harrin, ið flutti okkum út úr Egyptalandi og leiddi okkum um oyðimørkina, um landið við reynum og gjáum, um hitt turra og niðamyrka landið, um landið, har eingin fer um, og eingin maður býr í. 7Eg leiddi tykkum inn í aldingarðslandið, til tess at tit skuldu njóta ávøkst og góðgæti tess; men tá ið tit komu hagar, óreinskaðu tit land mítt og gjørdu arvalut mín andstyggiligan. 8Prestarnir spurdu ikki: Hvar er Harrin? Og teir, ið fingust við lógina, kendu meg ikki; hirðarnir slitu trúnað við meg, og profetarnir profeteraðu í navni Báals og eltu gudar, sum ikki kunnu hjálpa. 9Tí fari eg fyri rættin við tykkum, sigur Harrin, drottin, ja, við barnabørnum tykkara skal eg fara fyri rættin.
Fólkið verri enn onnur fólk
10Farið til Kittea stranda og vitið, rannsakið, sendið ørindreka til Kedar og kannið gjølla eftir og rannsakið, um tílíkt man vera hent áður, 11um heidningatjóðir nakrantíð áður hava skift um gudar! Og tó teir eru ikki gudar! Men fólk mítt hevur latið hátign sína fyri tað, sum ikki kann hjálpa. 12Øtist yvir hetta, tit himnar, og nøtrið av ræðslu, sigur Harrin. 13Tí at tvær ringar gerðir hevur fólk mítt gjørt: Meg, lindina við livandi vatni, søgdu teir burtur og høgdu sær brunnar við sprungum, ið ikki halda vatni.
Tí letur Harrin fólkið verða fyri ógævum
14Er tá Ísrael trælur, heimaborin trælur? Hví er hann vorðin at ráni? 15Ungljón ýldu móti honum við grenjandi rødd og løgdu land hans í oyði; borgir hans liggja brendar og mannoyddar. 16Eisini teir frá Nóf og Takpankes royta tín skalla. 17Man ikki hetta ráma teg, av tí at tú segði meg burtur? sigur Harrin, drottin. 18Hví vilt tú nú fara til Egyptalands til tess at drekka vatn úr Sjihor, og hví vilt tú fara til Assurs til tess at drekka vatn úr Ánni?
Einki rínur á fólkinum. Trúloysið heldur fram
19Lær av ógævu tíni, og lat fráfall títt aga teg, so at tú sannar og sært, hvussu ilt og beiskt tað er, at tú hevur sagt burtur Harran, Guð tín! Ótti fyri mær er ikki skaptur hjá tær, sigur Harrin, drottin herliðanna. 20Tí at fyri langt síðan hevur tú brotið okið av tær og slitið bond tíni. Tú segði: Eg vil ikki træla longur! Men á hvørjum høgum hóli og undir hvørjum grønum træi legði tú teg sum skøkja. 21Eg setti teg niður sum valavínvið, sum gróðurtein av besta slagi. Hvussu kundi tú tá broytast og verða mær grein av ónýtum villivínviði? 22Ja, tó at tú tváar tær við lúti og nýtir nógva sápu, so síggi eg kortini grómurnar eftir misgerð tína, sigur Harrin, drottin. 23Hvussu kanst tú siga: Eg havi ikki óreinskað meg. Báalarnar havi eg ikki elt? Hygg at atferð tíni í dalinum, hygg, hvat tú hevur gjørt, tín fótfima kamelryssa, sum loypur higar og hagar; 24eins og villasni, sum er vandur við oyðimørkina, stendur hon og tivar av girndarbruna, hvør kann temja girnd hennara? Teir, sum vilja hava hana, renna seg ikki móðar; hon er eyðfunnin, meðan hon er á áløgum. 25Varða fót tín frá at ganga skóleysur og háls tín frá tosta! Men tú sigur: Nei, tað er til einkis! Eg elski hinar fremmandu, og teimum vil eg halda meg aftur at. 26Eins og tjóvur verður lotur, tá ið hann verður tikin, soleiðis skal Ísraels hús skamma seg, bæði teir og kongar teirra, høvdingar, prestar og profetar teirra, 27ið siga við træbulin: Tú ert faðir mín! og við steinin: Tú hevur føtt meg! Tí at bakið og ikki andlitið hava teir vent mær; men á ógævustund síni siga teir: Reis teg og bjarga okkum! 28Hvar eru nú gudar tínir, sum tú hevur gjørt tær? Rísi teir upp og hjálpi tær, tá ið tú ert í neyðum staddur; tí at gudar tínir, Júda, eru so mangir í tali sum borgir tínar. 29Hví træta tit við meg? Tit hava jú allir slitið trúnað við meg, sigur Harrin. 30Til einkis eg sló synir tykkara, teir vildu ikki taka við aga; eins og oyðandi ljón hevur svørðið oytt profetarnar. 31Títt illa ættarkyn, legg tær orð Harrans í geyma! Havi eg verið oyðimørk fyri Ísrael ella land bølamyrkursins? Hví man tá fólk mítt siga: Vit eru leysir, vit koma ikki aftur til tín! 32Man moyggin gloyma skartgripir sínar og brúðurin belti sítt? Og tó hevur fólk mítt gloymt meg ovurlangar tíðir. 33Hvussu væl dugdi tú ikki at snúgva tær til tess at leita tær ástir! Tí hevur tú á lívsleið tíni vant teg til hitt illa. 34Eisini sæst blóð á hondum tínum av sakleysum armingum, blóð, sum eg ikki fann hjá nøkrum tjóvi, men hjá øllum hesum. 35Og tó sigur tú: Eg eri ósekur, vreiði hans er frá mær vikin. Sí, tessvegna vil eg døma teg, at tú sigur: Eg havi ikki syndað. 36Hvussu skjótur ert tú ikki at halda aðrar leiðir! Men tú skalt fáa skomm av Egyptalandi, eins og tú fekst skomm av Assur. 37Tí skalt tú eisini fara haðan við hondunum yvir høvdinum; tí at Harrin hevur havnað øllum, ið tú troystaði á; av teimum skalt tú ongan frama fáa.

Currently Selected:

Jeremia 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy