Dómarabókin 13
13
Føðing Samsons
1Men Ísraelsmenn hildu áfram at gera tað, sum ilt var í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Filista í fjøruti ár. 2Í Zóreu búði maður av Dáns ættargrein, Mánóa nevndur at navni; kona hansara var ein ófrukt og fekk einki barn. 3Nú birtist eingil Harrans fyri konuni og segði við hana: «Sí, tú ert ein ófrukt og fært einki barn; men nú skalt tú verða við barn og føða son. 4Men vara teg nú frá at drekka vín ella sterkan drykk og et als einki, sum óreint er! 5Tí at sí, tú skalt verða við barn og føða son, og rakiknívur má ikki koma á høvur hans; tí at sveinurin skal verða halgaður Guði alt frá móðurlívi, og hann skal fyrstur frelsa Ísrael úr hondum Filista.»
6Konan fór tá og segði við mann sín: «Einhvør Guðsmaður kom til mín til útsjóndar sum eingil Guðs og øgiligur á at líta; eg spurdi hann ikki, hvaðan hann var; og hann segði mær ikki navn sítt; 7men hann segði við meg: Sí, tú skalt verða við barn og føða son; og tú mást hvørki drekka vín ella sterkan drykk og ikki eta nakað óreint, tí at sveinurin skal verða Guði halgaður alt frá móðurlívi til deyðadags.» 8Tá fór Mánóa at biðja til Harrans og segði: «Á Harri! Lat hin Guðsmannin, sum tú sendi, koma aftur til okkara og siga okkum, hvussu vit skulu fara at við sveininum, ið føðast skal!» 9Guð bønhoyrdi Mánóa, og eingil Guðs kom aftur til konuna, meðan hon var úti á víðavangi; men Mánóa, maður hennara, var ikki við henni. 10Konan fór nú sum skjótast og segði við mann sín: «Sí, maðurin, ið kom til mín hin dagin, hevur nú birtst fyri mær!» 11Mánóa reis tá upp og fór aftan á konu sína; og tá ið hann kom til mannin, segði hann við hann: «Ert tú maðurin, ið talaði við konuna?» Hann svaraði: «Ja.» 12Tá mælti Mánóa: «Tá ið nú orð tíni ganga út, hvussu eiga vit tá at fara at við sveininum?» 13Eingil Harrans svaraði Mánóa: «Konan skal vara seg fyri øllum tí, sum eg nevndi fyri henni. 14Hon má einki njóta av tí, sum kemur av víntrænum og ikki drekka vín og sterkar drykkir, ei heldur eta nakað óreint; alt tað, ið eg havi boðið henni, skal hon halda.» 15Tá segði Mánóa við eingil Harrans: «Vit vilja fegin hava teg at steðga, at eg kann matgera geitarlamb fyri tær.» 16Men eingil Harrans svaraði Mánóa: «Um tú fekst meg at steðga, vildi eg kortini ikki etið av mati tínum; men vilt tú tilreiða brennioffur, tá ofra Harranum tað!» Tí at Mánóa visti ikki, at tað var eingil Harrans. 17Tá segði Mánóa við eingil Harrans: «Hvat er navn títt? Tá ið orð tíni ganga út, vilja vit tigna teg.» 18Men eingil Harrans svaraði honum: «Hví spyrt tú meg um navn mítt? Tað er undursamt.» 19Tá tók Mánóa geitarlambið og grónofrið og ofraði Harranum tað á klettinum, og nakað undursamt hendi, meðan Mánóa og kona hansara litu at; 20tá ið login frá altarinum steig upp móti himni, fór eingil Harrans upp í altarloganum, og tá ið Mánóa og kona hansara sóu tað, fullu tey til jarðar fram á ásjón sína. 21Eftir tað birtist eingil Harrans ikki aftur fyri Mánóa og konu hansara. Tá skilti Mánóa, at tað hevði verið eingil Harrans. 22Og Mánóa segði við konu sína: «Vissuliga mega vit doyggja, tí at vit hava sæð Guð!» 23Men kona hansara svaraði honum: «Hevði Harrin ætlað at drepa okkum, so hevði hann ikki tikið við brenniofri og grónofri av okkum, ei heldur latið okkum sæð alt hetta og nú kunngjørt okkum tílíkar lutir.»
24Konan átti nú son og nevndi hann Samson. Sveinurin vaks upp, og Harrin signaði hann. 25Og andi Harrans tók at eggja hann í herbúðum Dáns millum Zóreu og Esjtaol.
Currently Selected:
Dómarabókin 13: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society