Dómarabókin 12
12
Jefta berjist við Efraimitar
1Síðan savnaðust Efraimitar og hildu norðureftir; og teir søgdu við Jefta: «Hví fórt tú í hernað móti Ammonitum og stevndi ikki okkum við tær til ferðar? Nú vilja vit seta eld á hús títt og brenna teg inni!» 2Men Jefta svaraði teimum: «Eg og menn mínir stóðu í hørðum stríði móti Ammonitum, tá bað eg um hjálp frá tykkum, men tit vildu ikki hjálpa okkum úr hondum teirra. 3Og tá ið eg sá, at eingin kom mær til hjálpar, setti eg lívið í váða og fór ímóti Ammonitum, og Harrin gav teir upp í hendur mínar. Hví koma tit nú at herja á meg?» 4Síðan savnaði Jefta allar Gileads menn til at berjast við Efraim. Og Gileads menn vunnu sigur av Efraim; 5og teir byrgdu vaðini um Jórdan fyri Efraimitum: Og hvørja ferð einhvør flóttamaður úr Efraim rópaði: «Lat meg koma yvirum!» spurdu Gileads menn: «Ert tú Efraimiti?» og um hann tá svaraði: «Nei,» 6søgdu teir við hann: «Sig Sjibbolet»! Og um hann tá segði: «Sibbolet», av tí at hann ikki kundi bera orðið rætt fram, tóku teir hann á hondum og drópu hann við Jórdans vað. Ta ferðina fullu av Efraim fjøruti og tvey túsund.
Deyði Jefta
7Jefta var dómari í Ísrael í seks ár. Og Jefta Gileaditi andaðist og varð jarðaður í borg síni í Gilead.
Ibzan og Elon
8Eftir hann var Ibzan úr Betlehem dómari í Ísrael. 9Hann átti tríati synir; tríati døtur gifti hann burtur, og tríati sonarkonur førdi hann sonum sínum aðrastaðni frá. Hann var dómari í Ísrael í sjey ár. 10Síðan andaðist Ibzan og varð jarðaður í Betlehem.
11Eftir hann var Elon Zebuloniti dómari í Ísrael, og hann var dómari í Ísrael í tíggju ár. 12Síðan andaðist Elon Zebuloniti og varð jarðaður í Ajjalon í Zebulons landi.
Abdon
13Eftir hann var Abdon Hillelsson úr Piraton dómari í Ísrael. 14Hann átti fjøruti synir og tríati sonarsynir, ið riðu á sjeyti asnafolum. Hann var dómari í Ísrael í átta ár. 15Síðan andaðist Abdon Hillelsson úr Piraton og varð jarðaður í Piraton í Efraims landi á Ámaleks fjøllum.
Currently Selected:
Dómarabókin 12: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society