Jesaja 52
52
Hinir herleiddu koma aftur úr Bábel
1Vakna, vakna upp, Zion, og lat teg í styrkleik tín, Jerúsalem, tú heilaga borg, far í títt hátíðarskreyt; tí at eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma á gátt hjá tær. 2Rist av tær dustið, rís upp og sessast í sætið, Jerúsalem; loys fjøtrið av tínum hálsi, tú hertikna Zions dóttir. 3Tí at so sigur Harrin: Fyri einki vóru tit seld, uttan silvur skulu tit tí verða aftur loyst. 4Tí at so sigur Harrin, drottin: Fyrst fór fólk mítt til Egyptalands at búgva har í útisetri, og síðan kúgaði Assur tað uttan heimild. 5Og nú, sigur Harrin, hvussu skal eg torga, at fólk mítt er tikið burtur fyri einki? Tess valdsharrar breggja, sigur Harrin, og støðugt tann líðilanga dag verður navn mítt vanvirt. 6Tessvegna skal fólk mítt kenna navn mítt á hinum degi, at tað eri eg, sum segði: Sí, her eri eg! 7Hvør yndisligir eru á fjøllunum føtur fagnaðarboðarans, ið kunnger friðin og ber gleðitíðindini, boðar frelsu og sigur við Zion: «Guð tín er vorðin kongur.» 8Hoyr varðmenn tínar; teir hevja allir samlir fagnaðarróp; við egnum eygum síggja teir Harran koma aftur til Zions. 9Skerið í fagnaðarróp allar oyðirustir Jerúsalems, tí at Harrin hevur uggað fólk sítt og endurloyst Jerúsalem. 10Harrin hevur nektað sín heilaga arm fyri eygum alra tjóða; um alla ta víðu jørð hevur frelsa Guðs várs verið eyðsæð. 11Rýmið, rýmið, gangið út haðan; nertið einki óreint! Farið burtur haðan, reinsið tykkum, tit, ið bera ker Harrans! 12Tí at ikki skulu tit bráðum halda avstað og ikki fara við skundi, tí at Harrin gongur fyri tykkum á odda, og aftastur í flokki tykkara gongur Ísraels Guð.
Tænari Harrans, fyrsti partur av 4. songi tænarans, stórleiki hans
13Sí, tænari mín fær frama, hann verður mikil, høgur og hátt upp hevjaður. 14Eins og mong øtaðust yvir hann – so ólík manni og avskeplað var ásýnd hans, hann líktist ikki mannanna børnum – 15í sama mun munnu mangar tjóðir undrast og kongar standa málleysir fyri honum; tí at tað, sum aldri var sagt teimum, síggja teir og fáa skyn á tí, sum áður aldri var hoyrt.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society