Skip to content

Jesaja 51

51
Nýggj boðan um frelsu
1Lýðið á meg, tit, ið stunda eftir rættvísi og søkja Harran; lítið at berginum, sum tit eru brotin av, og at brunninum, sum tit eru grivin úr; 2lítið at Ábrahami, ættfaðir tykkara, og at Sáru, sum føddi tykkum; tí at eina var hann, tá ið eg kallaði hann; men eg vælsignaði hann og gjørdi hann fjølmentan. 3Tí at Harrin uggar Zion, uggar allar toftir hennara; hann ger oyði hennara sum Eden og reyn hennara sum aldingarð Harrans; har er gleði og fagnaður, takkargerð og lovsongur.
Viðvending heidninganna
4Gevið mær ljóð, tit tjóðir, og lýðið á meg, tit tjóðflokkar; tí at rættleiðing útgongur frá mær, rættur mín sum ljós fyri tjóðirnar; 5skundisliga nærkast mítt rættlæti, frelsa mín kemur undan, armar mínir veita tjóðunum rætt; á meg vóna fjarlagdar strendur og bíða við langtan eftir armi mínum.
Hin æviga frelsa teirra rættvísu og undirgangur spottaranna
6Havið upp eygu tykkara til himins, lítið at jørðini her niðri; tí at sum roykur man himinin hvørva burtur og jørðin farast eins og plagg, sum mýggjabitar skulu íbúgvar hennara doyggja; men frelsa mín skal standa við um ævir og rættvísi mín ongantíð linna. 7Hoyrið meg, tit, ið kenna rættlæti, og tú fólk við lóg míni í hjartanum, óttist ikki háð manna, ræðist ikki spott teirra; 8tí at mølur skal eta teir upp eins og klæði; mottur skulu eta teir upp eins og ull; men rættvísi mín varir allar ævir, frelsa mín ætt eftir ætt.
Harrin vil frelsa Ísrael
9Vakna, vakna upp, armur Harrans, og íklæð teg styrkleika! Vakna sum í gomlum døgum, sum hjá hinum fyrndargomlu ættum! Tað var jú tú, sum banaði skrímslinum og gjøgnumgataði drekan; 10tað var jú tú, sum turkaði upp havið, frumhavsins miklu vøtn, og legði veg eftir havsins botni til tey endurloystu at ganga eftir. 11Harrans útloystu koma heim aftur; við fagnaðarljóði koma tey til Zions, krýnd við ævigari gleði; teimum fylgja fagnaður og gleði, men sút og stynjan flýggja. 12Eg, eg eri uggari tín, hví óttast tú tá fyri manni, sum eigur at doyggja, fyri mansbarni, ið følnar sum grasið, 13at tú gloymir Harran, skapara tín, sum tandi út himinin og legði jarðarinnar grundvøll, at tú tann líðilanga dag støðugt óttast vreiði kúgarans? So skjótt sum hann búði seg til at oyða, hvat varð tá av vreiði hans? 14Skjótt sleppa hinir bundnu úr fjøtrum; teir skulu ikki doyggja og fara niður í grøv; á breyði skal tá eingin skortur vera. 15Og eg eri Harrin, Guð tín, sum øsi havið, so at bylgjur tess ymja; Harri herliðanna er navn mítt. 16Orð míni havi eg lagt í tín munn og lívt tær við skugga handar mínar til tess at tjena út himinin og grundvalla jørðina og siga við Zion: «Tú ert fólk mítt.»
Jerúsalems kúgarar verða revsaðir
17Vakna, vakna, rís upp, Jerúsalem, tú, sum av Harrans hond fekst hans vreiðisteyp og tømdi sløðursbikar hans at botni. 18Av øllum teimum børnum, ið hon føddi, var eingin, sum leiddi hana; av øllum teimum sonum, ið hon fostraði, var eingin, sum rætti henni hondina. 19Hesi bæði í senn hava nú verið tær fyri: – hvør man teg eymka? – oyðan og soran, hungur og svørð – hvør man teg ugga? 20Í ómegd lógu synir tínir á hvørjum vegamóti eins og antilopa í veiðigrøv, fullir av vreiði Harrans, av hóttum Guðs tíns. 21Hoyr tí hetta, tú hin eyma, tú, sum ert drukkin, hóast ikki av víni: 22So sigur Harri tín, drottin, Guð tín, sum flytur mál fólks síns: Sí, nú taki eg sløðurssteypið úr hond tíni; ongantíð skalt tú aftur tøma mína vreiðiskál. 23Eg gevi tað kúgarum tínum, teimum, ið søgdu við teg: «Lúta, at vit mega ganga yvir tær.» Og tú gjørdi rygg tín til gólv og gøtu at ganga eftir.