Skip to content

Jesaja 20

20
Egyptar og Blámenn skulu lúta fyri Assurs kongi
1Tað árið, tá ið Tartan sendur av Sargoni, Assurs kongi, kom til Ásdod og herjaði á Ásdod borg og vann hana, 2tá talaði Harrin við Jesaja Ámozson: «Far og loys spjarrarnar av lendum tínum og lat teg úr skónum.» Soleiðis hann gjørdi og gekk nakin og skóleysur. 3Og Harrin segði: «Eins og Jesaja, tænari mín, nú í trý ár hevur gingið nakin og skóleysur, Egyptalandi og Blálandi til tekins og fyriburðar, 4soleiðis skal Assurs kongur flyta burtur fangar úr Egyptalandi og herleiða fólk úr Blálandi bæði ung og gomul, nakin og skóleys, við berum afturparti – Egyptum til skemdar.» 5Og teir skulu ønskrast og fáa skomm av Blálandi, sum teir litu á, og av Egyptalandi, sum teir erpaðu sær av, 6og teir, ið búgva á hesi strond, skulu á tí degi siga: «Sí, hetta hevur verið teimum fyri, sum vit litu á og flýddu til í vón um, at vit við teirra hjálp skuldu verða bjargaðir undan Assurs kongi; hvussu skulu vit tá sjálvir komast undan?»