Jesaja 19
19
Orð um Egyptaland
1Spádómsorð um Egyptaland. Sí, Harrin ekur á lættum skýggi, kemur til Egyptalands; fyri honum skelva Egyptalands gudar, og hjartað bráðnar í brósti á Egyptum. 2Eg øsi Egyptar upp ímóti Egyptum, so at teir berjast bróðir við bróður, vinur við vin, borg ímóti borg og ríki móti ríki. 3Andin hvørvur úr brósti Egypta, ráð teirra geri eg til einkis, so at teir leita sær ráð við falsgudar og gandakallar, við dreygar og spásagnarandar. 4Eg gevi Egyptar upp í hendur á harðrendum harrum, og grimmur kongur skal teimum valda, sigur Harrin, drottin herliðanna. 5Vatnið í havinum trýtur, og flóðin grynnist og tornar upp, 6løkirnir rúka rotnir, Egyptalands áir minka og torna; sevið og vatngresið følnar. 7Alt grasið við Níláarbakkarnar doyr, alt sáð fram við Nílánni følnar, fýkur avstað og hvørvur. 8Tá munnu fiskimenninir syrgja, allir, ið varpa ongul út í Nílánna, suffa, og teir, ið kasta nót, standa hugstoyttir við havið. 9Til skammar verða teir, ið virka lín, allar vevkonur og bindingarkonur blikna, 10spunamenninir verða fyri ongum, hugstoyttur er hvør bønarmaður. 11Ja, fákunnir eru Zóans høvdingar, hinir vitrastu av ráðgevum Fáraos geva býttlingaráð. Hvussu kunnu tit siga við Fárao: «Eg eri vísmannasonur, komin av fyrndarkongum.» 12Men, hvar eru nú vísmenn tínir? Teir áttu nú at sagt tær og latið teg vita, hvat ið Harri herliðanna hevur rátt av um Egyptaland. 13Nei, býttlingar eru Zóans høvdingar, og tøldir eru veldisharrarnir í Nof. Teir, sum vóru hornasteinar ættanna, hava vilt Egyptar av leið. 14Harrin hevur helt í teir ørvitisanda, so at Egyptar av teirra ávum vingla í øllum verkum sínum eins og fullur maður sløðrar í síni spýggju. 15Einki skal hepnast Egyptum, hvørki tað, ið høvur ella hali, sev ella pálmi tekur sær fyri. 16Á tí degi verða Egyptar eins og konur; teir skulu nøtra og skelva fyri hini hevjaðu hond, sum Harri herliðanna hóttandi hevjar móti teimum. 17Tá verður Júdaland Egyptum til ræðslu, og hvørja ferð teir verða mintir á tað, skelva teir fyri tí ráði, sum Harri herliðanna leggur upp ímóti teimum. 18Á tí degi skulu fimm borgir í Egyptalandi tala Kánáans tungumál og svørja við Harra herliðanna; ein teirra skal eita Ir-Háheres. 19Á tí degi skal altar verða Harranum reist í miðjum Egyptalandi og merkissteinur við landamark tess. 20Tað skal verða til tekins og vitnisburðar um Harra herliðanna í Egyptalandi; tá ið teir rópa til Harrans undan kúgarunum, man hann senda teimum hjálpara, ið skal stríða fyri teimum og bjarga teimum. 21Tá verður Harrin Egyptalandi kunnur, og Egyptar skulu á tí degi kenna Harran og dýrka hann við sláturofrum og grónofrum og streingja Harranum heiti og fremja tey. 22Harrin skal sláa Egyptaland, sláa og eisini grøða, tí at tá ið teir snúgva sær til Harrans, man hann bønhoyra og grøða teir. 23Á tí degi skal lagdur vegur liggja frá Egyptalandi til Assurlands, og Assurmenn skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assurlands, og saman skulu teir tilbiðja Harran. 24Á tí degi skal Ísrael verða sjálvur triði saman við Egyptalandi og Assurlandi – verða á miðjari jørðini ein signing, 25ið Harri herliðanna skal vælsigna við hesum orðum: «Signað veri fólk mítt, Egyptaland og Assurland, handaverk mítt, og Ísrael, arvalutur mín.»
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society