Hósea 9
9
Ísrael skal í útlegd fyri sínar syndafullu offurveitslur
1Gleð teg ikki, Ísrael, fegnast ikki sum tjóðirnar; tí at horlevnað títt tøldi teg burtur frá Guði, á hvørjum treskivølli elskar tú skøkjuløn. 2Men treskivøllur og vínfarg skulu ikki kennast við tey; vínberjaløgurin skal svitast teimum. 3Og tey skulu ikki verða búgvandi í Harrans landi; til Egyptalands má Efraim aftur; tey skulu eta Assurs óreina mat. 4Ikki skulu tey úthella Harranum vín, ikki tilreiða sláturoffur; eins og sorgarbreyð skal matur teirra verða; hvør, ið etur av honum, verður óreinur; breyð teirra kann stilla svongdina, men er ónýtt í húsi Harrans. 5Hvat vilja tit gera á veitsludegnum, á hátíðardegi Harrans? 6Sleppa tey undan oyðing, skal Egyptaland tey savna saman, og Memfis veita teimum leggstað; teirra silvurgripir skulu tistlunum ognast, og tornir skulu vaksa í tjøldum teirra.
Trongd profetsins
7Koma skal revsingar dagur, endurgjaldsins dagur, tað skal Ísrael fáa at kenna. Profeturin er ein fívil, og andans maður í óðum verkum gongur – av tí at misgerð tín er mikil og fíggindskapur tín er sterkur. 8Í Guðs síns húsi liggur Efraim á loynum eftir profetinum; á øllum vegum hans eru snerrur; veiðigrøvina gera teir djúpa sum Gibeu í forðum. 9Men hann skal minnast misgerðir teirra og revsa teirra syndir.
Byrjan fólksins var góð – men endin deyði
10Sum vínber í oyðimørkini fann eg Ísrael, sum óstaðin aldin á fikutræi sá eg fedrar tykkara; tá komu teir til Báal-Peor, vígdu seg skrímslinum og gjørdust andstyggiligir eins og alskarar teirra. 11Sum farandi fuglur er kraft teirra horvin, so at tey hvørki kunnu føða, barnast ella gita; 12og um tey ala upp børn, skulu tey kortini barnleys doyggja! Ja, vei teimum, tá ið eg frá teimum víki. 13Efraim sá eg veiða sínar egnu døtur, sjálvur leiða synir sínar út at verða dripnir. 14Gev teimum, Harri – ja, hvat skalt tú geva? Gev teimum óburin móðurlív og mjólkarleys bróst. 15Í Gilgal kom øll teirra vándska í ljósmála, ja, har fekk eg hatur til teirra; vegna teirra vándu verk reki eg teir út úr húsi mínum; ikki vil eg unna teir meira; mótræsnir eru allir teirra høvdingar. 16Sligin er Efraim, rót hansara fúnað; ávøkst hava tey ongan, og um tey ala børn, man eg drepa teirra dýrmæta avkom. 17Guð teirra skal teimum havna, av tí at tey ikki lýddu honum; støðuleys skulu tey fjakka tjóðanna millum.
Currently Selected:
Hósea 9: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society