YouVersion Logo
Search Icon

Hósea 8

8
Guðs vreiði yvir gudsdýrkan Ísraels
1Varðmaður, bregð lúðurin á munn og lat hann gella yvir Harrans húsi; tí at sáttmála mín hava tey slitið og verið ótrúgv móti míni lóg. 2Tey rópa til mín: «Guð mín! Vit Ísraelsmenn kenna teg!» 3Men Ísrael hevur havnað tí góða, lat nú fíggindan elta hann! 4Tey kjósa sær kong, sum ikki er frá mær, høvdingar, uttan at eg veit av. Av silvuri sínum og gulli tey gjørdu sær gudamyndir sjálvum sær til bana. 5Andstyggiligur er kálvur tín, Sámária! Bræði mín brennur móti teimum; nær fara tey at sleppa undan revsing? 6Tí at hann er úr Ísrael; listamaður hevur hann smíðað; hann er ikki Guð, tí skal kálvur Sámáriu fara í spønir.
Hinir fremmandu verða fólkinum at bana
7Tí at vind hava tey sáað, og storm skulu tey heysta, sáð, sum ikki sprettur og ikki búnast; og um tað búnast, høvdu fremmandir farið við tí. 8Ísrael er gloyptur; hann er nú tjóðanna millum eins og ker, ið eingin skoytir um. 9Tí sum einsamallur reikandi villasni fóru tey til Assurs, ástargávur góvu tey Egyptalandi. 10Men lat tey gera keypslag við gávum. Eg skal tá savna tey til dóms, so at tey um bil skulu hvørki salva sær kong ella høvdinga aftur.
Dómsorð yvir falska gudsdýrkan
11Ja, Efraim reisti mong altar, men tey vórðu honum til syndar. 12Eg skrivaði honum mangar lógir, men tær vóru honum eins og lógir hinna fremmandu. 13Tey elska offur, tey slátra og eta, men Harrin hevur ongan tokka í teimum; nú minnist hann misgerðir teirra og revsar teirra syndir; tey skulu aftur til Egyptalands. 14Ísrael gloymdi skapara sín og reisti sær halgidómar, og Júda bygdi mangar víggirdar borgir; men eg seti eld á borgir hans, og hann skal brenna upp skreythallir hans.

Currently Selected:

Hósea 8: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in