YouVersion Logo
Search Icon

Hósea 14

14
Fyrijáttan um frelsu
2Snúgv tær, Ísrael, aftur til Harrans, Guðs tíns; tí at fyri misgerð tína fórst tú. 3Snúgvið tykkum aftur til Harrans við iðrunarfullum orðum og sigið við hann: «Fyrigev okkum allar misgerðir og ver mildur, og vit skulu greiða tær ávøkst varra vára. 4Vit skulu ikki leita hjálp hjá Assur og ikki ríða á stríðshestum; og ikki skulu vit kalla handaverk okkara gud váran; tí at hjá tær finnur faðirloysingin várkunn.» 5Eg vil grøða fráfall teirra og elska tey av fríum vilja, tí at vreiði mín er vikin frá teimum. 6Eg skal vera Ísrael sum døggin; eins og liljur skal hann blóma og festa røtur sum Libanons skógur, 7breiða út rótangar sínar, standa skrýddur sum oljutræið og anga sum Libanon. 8Aftur skulu tey búgva í mínum skugga, dyrka korn og blóma sum vínviður, víðagitin eins og vínið frá Libanon. 9Hvat skal Efraim gera við hjágudar? Eg bønhoyri hann og líti til hansara. Eg eri sypristræið við grønum leyvi; frá mær fært tú aldin tíni. 10Hvør er vísur, at hann skilir hetta, og vitur, at hann fatar tað? Ja, rættir eru vegir Harrans; hini rættlátu skulu ganga teir; men hini gudleysu snáva á teimum.

Currently Selected:

Hósea 14: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in