Hósea 12
12
Ísrael skal bøta fyri svik og ringa atferð
1Meg umringar Efraim við lygnum, Ísraels hús við svikum. Júda tekkir ikki Guð; við skøkjum kemur hann í hóslag. 2Efraim sóknast eftir vindi, rennur allan dagin eftir eystanstormi, fullur av lygnum og svikum; teir gera sáttmála við Assur og fara til Egyptalands við olju.
Ísrael skal verða aftur flytifólk
3Men nú vil Harrin seta at Júda, revsa Jákup fyri hor hans og endurgjalda honum eftir verkum hans. 4Í móðurlívi lumpaði hann bróður sín, og tilkomin tók hann tøk við Guð. 5Hann glímdist við ein eingil og bar av honum sigur; hann græt og bønaði hann um náði. Í Betel hann hitti hann aftur, har hann talaði við hann, 6hann, Harrin, Guð herliðanna, Harrin er navn hans: 7«Far tær aftur til tjalda tína og stunda á miskunnsemi og rættlæti og vóna altíð á Guð tín.» 8Í Kánáans hond eru rangar vágskálir, og svik hann elskar. 9«Eg eri vorðin ríkur,» sigur Efraim, «eg havi vunnið mær mikið mæti.» Men allur hans eyður skal ikki røkka til at gera sátt fyri syndasekt hans. 10Men eg, sum eri Harrin, Guð tín alt síðan í Egyptalandi, lati teg aftur búgva í tjøldum tínum sum í fornum tíðum. 11Eg havi talað til profetarnar og latið teimum birtast mangar sjónir; við profetunum havi eg eisini talað í líkingarmálum. 12Gilead er fult av lygn og tómleika; í Gilead bera teir skógarskrímslunum offur, tí skulu eisini altar teirra vera sum grótrúgvur fram við akurfoyrum. 13Jákup flýddi til Áramlands, Ísrael gjørdist trælur vegna konu, og vegna konu goymdi hann at fæflokkum. 14Men við profeti leiddi Harrin Ísrael út úr Egyptalandi, og við profeti varð hann varðveittur. 15Sára gremju elvdi Efraim, tí skal Harrin lata hann bøta fyri blóðsekt sína og lata vanvirðing hans koma yvir hann sjálvan.
Currently Selected:
Hósea 12: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society