Bible App logo
Search Icon

Hebrearabrævið 1

1
Guð er opinberaður við syni sínum
1Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin, 2sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við. 3Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við orði veldis síns, hann settist, tá ið hann hevði gjørt reinsan fyri syndirnar, við høgru hond á hátignini á høgum himni, 4og er vorðin tann mun mætari enn einglarnir, sum hann hevur arvað dýrabærari navn enn teir.
Sonurin er mikið dýrmætari enn einglarnir
5Tí at við hvønn av einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg!» og uppaftur: «Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur»? 6Og tá ið hann aftur leiðir hin frumgitna inn í mannaheimin, sigur hann: «Og allir Guðs einglar skulu tilbiðja hann.» 7Og um einglarnar sigur hann: «Hann ger vindar til einglar sínar, og geisandi eld til sveinar sínar;» 8men um sonin: «Stólur tín, Guð, stendur um allar ævir, og stavur rættvísinnar er stavur ríkis tíns. 9Tú hevur elskað rættferð og hatað órætt; tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðismyrsli fram um felagar tínar.» 10Og: «Tú, Harri, hevur í upphavi jørðina grundfest, himnarnir eru handaverk títt. 11Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast, 12og sum eitt plagg skalt tú balla teir saman, og teir skulu verða skiftir; men tú ert hin sami, og ár tíni fáa ongan enda.» 13Men við hvønn av einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum ein skammul undir føtur tínar»? 14Eru teir ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar teirra vegna, sum skulu arva frelsu?

Currently Selected:

Hebrearabrævið 1: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in