1
Hebrearabrævið 1:3
BÍBLIA
FB
Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við orði veldis síns, hann settist, tá ið hann hevði gjørt reinsan fyri syndirnar, við høgru hond á hátignini á høgum himni
Compare
Explore Hebrearabrævið 1:3
2
Hebrearabrævið 1:1-2
Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin, sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við.
Explore Hebrearabrævið 1:1-2
3
Hebrearabrævið 1:14
Eru teir ikki allir tænandi andar, sum verða útsendir til hjálpar teirra vegna, sum skulu arva frelsu?
Explore Hebrearabrævið 1:14
4
Hebrearabrævið 1:10-11
Og: «Tú, Harri, hevur í upphavi jørðina grundfest, himnarnir eru handaverk títt. Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast
Explore Hebrearabrævið 1:10-11