YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 38

38
Brennioffuraltarið
1Og hann gjørdi brennioffuraltarið av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt og tríggjar alnir høgt. 2Á hvørt av teimum fýra hornum altarsins gjørdi hann eitt horn, ið var áfast við altarið; og hann legði tað við kopari. 3Síðan gjørdi hann øll amboð altarsins, pottar, eldspakar, offurbollar, soðkrókar og pannur; øll amboð tess gjørdi hann úr kopari; 4og hann gjørdi um altarið rimaverk av kopari eins og rutt net og festi tað í neðra undir miðgjørðini, so at tað tók upp á hálvt altarið. 5Og hann stoypti fýra ringar á fýra hornum koparrimaverksins til at stinga stengurnar ígjøgnum. 6Stengurnar gjørdi hann av ákásiuviði og legði tær við kopari. 7Og hann koyrdi stengurnar gjøgnum ringarnar báðumegin altarið til at bera tað við; hann gjørdi altarið av borðum opið innan.
Tváttarkerið
8Síðan gjørdi hann tváttarkerið av kopari við fóti av kopari úr speglum frá teimum kvinnum, ið gjørdu tænastu við dyr samfundartjaldsins.
Forgarðurin
9Og hann gjørdi forgarðin soleiðis: Sunnantil vóru tjøld fyri forgarðinum úr tvinnaðum egyptiskum líni, hundrað alnir long, 10og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. 11Og somuleiðis vóru norðarumegin hundrað alnir long tjøld, tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, men snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. 12Og vestantil vóru fimmti alna long tjøld og tíggju stólpar við tíggju undirstabbum sínum og snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. 13Og somuleiðis frammantil – tann eystari endin – vóru fimmti alna long tjøld; 14har vóru øðrumegin inngongdina fimtan alna tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum; 15og somuleiðis hinumegin inngongdina fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum. 16Øll tjøld kring um forgarðin vóru av tvinnaðum egyptiskum líni, 17undirstabbarnir undir stólpunum av kopari, snatarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri, og høvdini á øllum stólpum forgarðsins og festi teirra vóru løgd við silvuri. 18Og tjaldváðin fyri inngongd forgarðsins var marglitt vovin úr bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, tjúgu alnir long og fimm alnir høg samsvarandi tjøldum forgarðsins eftir breiddini. 19Og teir fýra stólparnir og fýra undirstabbarnir, ið hoyrdu til, vóru av kopari, snatarnir av silvuri og stólpahøvd og festi teirra løgd við silvuri. 20Allir hælir tjaldtempulsins og forgarðsins alt íkring vóru av kopari.
Skrá yvir tilfarið (smbr. 27,1-19; 30,17-21)
21Hetta er kostnaðarætlanin á tjaldtemplinum, á vitnisburðartjaldtemplinum, sum Ítámar, sonur Árons prests, eftir boðum Mósesar læt Levitarnar búgva til. 22Bezalel Urison Hurssonar av Júda ætt hevði gjørt alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi; 23og við honum hevði verið Óhóliab Áhisamaksson av Dáns ætt, sum var hagur í alskyns skurðverki og til at upphugsa listaverk í marglittum vevnaði av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni. 24Alt tað gull, ið havt var til at smíða halgidómin við, allan sum hann var, og sum var givið í offurgávu, tað var tjúgu og níggju talentir og sjey hundrað og tríati siklar eftir halgidómsins virði. 25Og tað silvur, ið fekst við manntali savnaðarins, var eitt hundrað talentir og eitt túsund og sjey hundrað og sjeyti og fimm siklar í gulli eftir halgidómsins virði, 26ein beka ella hálvan sikul til mans eftir halgidómsins virði av øllum teimum, ið kannaðir vórðu, øllum tjúgu ára gomlum og eldri, tilsamans seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti mans. 27Eitt hundrað talentir í silvuri vórðu havdar til at stoypa undirstabbar halgidómsins og fortjaldsins við, hundrað undirstabbar fyri eitt hundrað talentir, ein undirstabbi fyri eina talent. 28Og av hinum eitt túsund, sjey hundrað og sjeyti og fimm siklum í silvuri gjørdi hann snatar á stólparnar og legði høvur teirra og festini á teimum við silvuri. 29Av kopari var givið í offurgávu sjeyti talentir og tvey túsund og fýra hundrað siklar; 30av tí gjørdi hann undirstabbarnar við dyr samfundartjaldsins, koparaltarið og rimaverkið av kopari, sum á tí var, og øll amboð altarsins; 31framvegis undirstabbar forgarðsins alt íkring og undirstabbarnar við inngongd forgarðsins, somuleiðis allar hælir tjaldtempulsins og hælir forgarðsins alt íkring.

Currently Selected:

Exodus 38: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in