YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 37

37
Ørkin verður tilbúgvin
1Og Bezalel gjørdi ørkina av ákásiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga; 2og hann legði hana við skírum gulli innan og uttan og gjørdi brúnaborð av gulli kring um hana 3og stoypti á henni fýra ringar av gulli og festi teir á fýra føtur hennara, tveir hvørjumegin. 4Og hann gjørdi stengur av ákásiuviðu og legði tær við gulli 5og setti stengurnar í ringarnar báðumegin á ørkini til tess at bera hana við. 6Tá gjørdi hann sáttarlokið av skírum gulli, hálvatriðju alin langt og hálvaaðru alin breitt. 7Og hann gjørdi av gulli tveir kerúbar, av einlistum gjørdi hann teir, ein á hvørjum enda sáttarloksins, 8annan kerúbin á annan endan og hin kerúbin á hin endan; áfastar við sáttarlokið gjørdi hann kerúbarnar, hvønn á sín endan. 9Kerúbarnir breiddu veingirnar út uppeftir, so at teir við veingjum sínum huldu út yvir sáttarlokið, og andlit kerúbanna horvdu hvørt ímóti øðrum inn yvir sáttarlokið.
Sýnisbreyðini
10Síðan gjørdi hann borðið av ákásiuviði tvær alnir langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt 11og legði tað við skírum gulli og gjørdi á tí brúnaborð av gulli alt íkring. 12Og hann gjørdi kring um tað tvørrimar eina løgd breiðar og kring tvørrimarnar brún av gulli; 13og hann stoypti tí fýra ringar av gulli og festi teir á tey fýra hornini við hini fýra bein tess. 14Uppi við tvørrimarnar vórðu ringarnir festir til at stinga stengurnar ígjøgnum til tess at bera borðið við. 15Stengurnar gjørdi hann av ákásiuviði og legði tær við gulli; við teimum skuldi borðið verða borið. 16Hann gjørdi av skírum gulli tey ílát, sum borðinum hoyrdu til, ker og offurbollar, skálir og kannur til at úthella droypioffur við.
Ljósastakin
17Og hann gjørdi ljósastakan av skírum gulli; av einlistum gjørdi hann ljósastakan; føtur hans og leggir, blómbikar, knappar og leyvkrúnur var alt gjørt úr einum. 18Út frá ljósastakanum gingu teir seks leggir hans, tríggir út frá aðrari lið hans og tríggir út frá hinari. 19Á hvørjum leggi, sum gekk út frá ljósastakanum, vóru tríggjar blómur í mandlublómulíki við bikarum, knøppum og leyvkrúnum. 20Men á sjálvum ljósastakanum vóru fýra blómur í mandlublómulíki við bikarum, knøppum og leyvkrúnum, 21soleiðis at ein knappur var undir hvørjum pari av leggjum, ið gingu út frá ljósastakanum; 22og knappar og leggir vóru gjørdir í einum við ljósastakan; alt av einlistum og av skírum gulli. 23Og hann gjørdi lampur hansara sjey og ljósasaksar og skarpannur av skírum gulli. 24Av einari talent í skírum gulli gjørdi hann ljósastakan og allar lutir hans.
Roykilsisaltarið (smbr. 25,10-40; 30,1-10)
25Síðan gjørdi hann roykilsisaltarið av ákásiuviði eina alin langt og eina alin breitt, fýrhyrnt, tvær alnir høgt, og horn tess áføst við tað. 26Og hann legði tað við skírum gulli bæði omaná og við síðurnar alt íkring og horn tess við og gjørdi brún av gulli kring um tað. 27Framvegis gjørdi hann á tí tveir ringar av gulli niðanvert við brúnina báðumegin; og við báðar síður tess festi hann teir til at stinga stengurnar ígjøgnum til at bera tað við. 28Stengurnar gjørdi hann av ákásiuviði og legði tær við gulli, 29og búði til hina heilagu salvingaroljuna og hitt reina vælangandi roykilsið eftir hátti salvublandarans.

Currently Selected:

Exodus 37: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in