YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 35

35
Hvíludagsboðið
1Og Móses stevndi nú saman øllum savnaði Ísraelsmanna og segði við teir: «Hetta er tað, sum Harrin býður tykkum at gera: 2Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera tykkum heilagur, fullkomin hvíludagur fyri Harranum; hvør, ið vinnur at nøkrum verki á tí degi, skal týna lívið! 3Á hvíludegnum mega tit ikki kynda eld í nøkrum heimbýli tykkara.»
Halgigávurnar verða givnar
4Og Móses talaði við allan savnað Ísraelsmanna og mælti: 5«Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Flýggið Harranum offuravskurð av tí, sum tit eiga. Hvør, ið geva vil av fúsum huga, skal bera fram offuravskurð Harrans: Gull, silvur og kopar, 6blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitarhár, 7reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn og ákásiuvið, 8olju á ljósastakan og vælangandi balsamurtir til salvingarolju og roykilsi, 9sjóhamsteinar og aðrar dýrar steinar til at seta á akulin og bróstskjøldurin. 10Og allir listakønir menn tykkara millum skulu koma og tilbúgva alt tað, sum Harrin hevur boðið. 11Tjaldtemplið við taktjalddúki og taki, krókum og borðum, tvørtrøum, stólpum og undirstabbum; 12ørkina við stongum og sáttarloki og hitt innara fortjaldið, 13borðið við stongum og øllum borðbúnaði og sýnisbreyðini, 14ljósastakan við øllum reiði og lampum sínum og olju í ljósastakan, 15roykilsisaltarið við stongum sínum, salvingaroljuna og roykilsið og fortjaldið fyri durum tjaldtempulsins, 16brennioffuraltarið og rimaverkið av kopari kring um tað, stengur tess og øll reiði, tváttarkerið við fóti sínum, 17tjøldini fyri forgarðinum, stólpar hans og undirstabbar og fortjaldið fyri liði forgarðsins, 18hælir tjaldtempulsins og forgarðsins og tog teirra, 19skreytklæðini til tænastuna í halgidóminum, halgiklæði Árons prests og prestaklæði sona hans til prestatænastuna.» 20Allur savnaður Ísraels fór nú út frá Mósesi; 21síðan komu teir aftur hvør og ein við tí, sum teir av góðum hjartalagi og fúsum huga vildu veita Harranum sum offuravskurð til at reisa samfundartjaldið av til alla tænastu tess og til øll halgiklæðini; 22bæði menn og kvinnur, øll, ið fús vóru at geva, komu og bóru fram sylgjur og oyrnaringar, fingurgull og hálsbond og alskyns gullgripir; og hvør maður, ið vildi ofra Harranum nakað, kom við gulli; 23sama gjørdu øll, ið áttu blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín, geitarhár, reyðlitt veðraskinn og sækúgvaskinn; 24og hvør maður, ið vildi geva silvur og kopar, kom við tí sum offuravskurð til Harrans; og hvør maður, ið átti ákásiuvið, kom við honum til tess at dugna smíðinum. 25Og allar listakønar konur settust at spinna og komu við spunum sínum: Bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki, og egyptiskum líni. 26Og allar konur, ið fráskila listakønar og handafimar vóru, fóru fúsar í huga undir at spinna geitarullina. 27Men høvdingarnir komu við sjóhamsteinum og øðrum dýrum steinum til at seta á akulin og bróstskjøldurin, 28við vælangandi balsamurtum og olju til ljósastakans, til salvingarolju og roykilsis. 29Og allir Ísraelsmenn, bæði menn og kvinnur, ið fús vóru til at geva, komu av sær sjálvum við gávum Harranum til handar, til tess at fullføra tað verk, sum Harrin við Mósesi hevði boðið at gera.
Hagleiksmenninir (smbr. 25,1-9; 31-11)
30Tá mælti Móses við Ísraelsmenn: «Sí, Harrin hevur kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt 31og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt verk, 32bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, 33til at skera út steinar til groypingar og gera skurðverk í træi – ja, til at vinna at alskyns listasmíði! 34Eisini hevur hann givið bæði honum og Óhóliabi Áhisamakssyni av Dáns ætt tær snildargávur at kenna øðrum. 35Hann hevur fylt teir við skynsemi á alskyns hagleiksskurði og smíði, á listvevnaði av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og á vanligum vevnaði – ja, til at fremja alskyns ídnað og til at upphugsa listaverk.

Currently Selected:

Exodus 35: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in