YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 34

34
Hinar nýggju steintalvurnar og sáttmálin endurnýggjaður
1Og Harrin segði við Móses: «Høgg tær úr steini tvær talvur eins og hinar fyrru; eg skal rita á tær tey somu orð, ið stóðu á hinum fyrru talvunum, ið tú breytst sundur; 2og ver albúgvin í morgin árla at koma niðan á Sinai fjall og statt har og bíða eftir mær dygst uppi á fjallinum! 3Eingin má koma niðan við tær, og ongastaðni á fjallinum má maður síggjast; ikki mega heldur smalur og stórdýr ganga á biti uppi undir fjallinum!» 4Móses høgdi sær nú tvær talvur úr steini eins og hinar fyrru og fór í lýsingini morgunin eftir niðan á Sinai fjall, eins og Harrin hevði boðið honum, og hevði við sær báðar steintalvurnar. 5Tá steig Harrin oman í skýgginum, og Móses tók støðu har hjá honum og nevndi Harran við navni. 6Og Harrin gekk fram við honum og rópaði: «Harrin, Harrin, miskunnsamur og náðigur Guð, tolinmóður, ríkur í kærleika og trúfesti, 7sum eyðsýnir kærleika móti túsundum, fyrigevur misgerðir, brot og syndir, telur tó ikki hin seka ósekan, men letur syndir fedranna vitja aftur á børn og barnabørn í triðja og fjórða ættarlið!» 8Tá lútaði Móses alt í einum til jarðar, tilbað 9og mælti: «Havi eg, Harri, funnið náði fyri eygum tínum, tá fylgi Harri mín við okkum í ferðini; tí at hetta er fólk við hørðum svíra; men fyrigev nú misbrot og syndir okkara og ger okkum til tína ogn!» 10Hann svaraði: «Sí, eg vil gera sáttmála; meðan alt fólk títt er hjástatt, vil eg gera undur, ið ongantíð áður hava verið gjørd í nøkrum landi ella hjá nakrari tjóð; og alt fólkið, sum tú livir saman við, skal síggja verk Harrans; tí at øgiligt er tað, sum eg við tær ætli at gera. 11Legg tær væl í geyma alt, sum eg í dag bjóði tær! Eg skal nú reka undan tær Ámoritar, Kánáanitar, Hetitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar! 12Og vara teg fyri at gera sáttmála við íbúgvarnar í tí landi, sum tú kemur til, so at teir ikki verða tær at snerru, um teir verða búgvandi hjá tær! 13Tí skulu tit ríva altar teirra niður, smildra steinsúlur teirra og høgga Ásjerustólpar teirra sundur! 14Tí at tú mást ikki tilbiðja nakran annan Guð, tí at «hin vandláti» verður Harrin nevndur; hann er vandlátur Guð! 15Varnast tí at gera sáttmála við íbúgvar landsins; tí at tá ið teir í horfikni nálgast uppi í gudum sínum og ofra til teirra, og tú verður boðin við, mást tú ikki fara at eta av sláturofrum teirra! 16Og tú mást ikki taka sonum tínum døtur teirra til konu, tí at tá munnu døtur teirra við at horfikjast eftir gudum sínum eisini fara at birta í sonum tínum horfikni eftir gudum teirra! 17Tú mást ikki gera tær nakran stoyptan gud! 18Tú skalt halda hátíð hinna ósúrgaðu breyða; í sjey dagar skalt tú eins og eg beyð tær, eta ósúrgað breyð ta ásettu tíð í ábib mánaði; tí at í ábib mánaði fórt tú út úr Egyptalandi. 19Alt, sum opnar móðurlív, tilhoyrir mær; allar frumburðir av kallkyni av fylgjum tínum bæði undan oksa og seyði skalt tú ofra mær; 20men frumburðir undan asna skalt tú loysa við lambi; og loysir tú tað ikki, skalt tú hálsbróta tað. Allar frumburðir sona tína skalt tú loysa. Eingin má koma tómhentur fram fyri ásjón mína. 21Í seks dagar skalt tú verk títt vinna, men hvíla á sjeynda degi; bæði tá ið tú várar, og tá ið tú bert inn, skalt tú halda hvíludagin! 22Tú skalt halda vikuhátíðina, tá hveitiakurin verður skorin, og heysthátíðina um árslok, tá ið aldin verður innborið! 23Tríggjar ferðir um árið skal alt kallkyn títt koma fram fyri ásjón Harrans, drottins, Ísraels Guðs. 24Tí at eg man reka tjóðirnar burtur fyri tær og víðka landamark tíni, og eingin skal girnast land títt, meðan tú ert á ferð niðan í tað til tess at koma fram fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, tær tríggjar ferðirnar um árið. 25Tú mást ikki ofra blóðið av sláturofri mínum saman við ósúrgaðum breyði. Páskahátíðarofrið má ikki verða liggjandi til morgunin eftir. 26Tann besta frumgróður av jørð tíni skalt tú bera inn í hús Harrans, Guðs tíns. Ikki mást tú sjóða geitarlamb í mjólk undan móður síni.» 27Og Harrin segði við Móses: «Skriva tær hesi orð upp, tí at samsvarandi hesum orðum geri eg sáttmála við teg og við Ísrael.» 28Hann varð nú har hjá Harranum í fjøruti dagar og fjøruti nætur og bragdaði hvørki vátt ella turt; og hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, tey tíggju orðini.
Ljómin av andliti Mósesar
29Men tá ið Móses kom oman aftur av Sinai fjalli við báðum vitnisburðartalvunum í hendi, skein ljómin av andliti hansara, av tí at hann hevði talað við hann; men sjálvur visti hann ikki av tí. 30Tá ið tá Áron og allir Ísraelsmenn sóu Móses, sí, tá skein ljómin av andliti hansara, so at teir tordu ikki at nærkast honum. 31Men Móses rópaði á teir; tá snúðust teir, Áron og allir høvdingar savnaðarins, aftur til hansara; og Móses talaði við teir. 32Síðan komu allir Ísraelsmenn til hansara, og hann beyð teimum at halda alt tað, sum Harrin hevði sagt honum á Sinai fjalli. 33Tá ið Móses hevði lokið talu sína við teir, legði hann skýli yvir andlit sítt. 34Men hvørja ferð, ið Móses gekk fram fyri Harran til tess at tala við hann, tók hann skýlið frá, til hann fór út aftur; og tá ið hann var komin út aftur, segði hann fyri Ísraelsmonnum tað, sum honum hevði verið boðið. 35Tá sóu Ísraelsmenn andlit Mósesar, hvussu ljómin skein av tí; Móses dró tá aftur skýlið fyri andlit sítt, til hann næstu ferð gekk inn at tala við Harran.

Currently Selected:

Exodus 34: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in