YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 28

28
Reglur um prestabúnan
1Síðan skalt tú lata koma til tín úr flokki Ísraelsmanna Áron bróður tín og synir hansara til tess at vera prestar mínir, Áron, Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar, synir Árons. 2Og tú skalt lata gera Ároni bróður tínum heilag klæði til heiðurs og æru. 3Øllum hagleiksmonnum, ið eg havi fylt við vísdóms anda, skalt tú bjóða at gera Ároni hesi klæði, til tess at hann kann verða vígdur til at vera prestur fyri mær. 4Hesi eru klæðini, ið teir skulu gera: Bróstskjøldur, akul, møttul, puntutan kyrtil, vavhúgvu og belti; heilag klæði skulu teir gera Ároni bróður tínum og sonum hansara, so at teir kunnu vera prestar fyri mær. 5Til hetta skulu teir taka gull og blátt purpur og reytt purpur, skarlak og egyptiskt lín.
6Teir skulu gera akulin av gulli og bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, alt av einlistum. 7Á honum skulu vera tvey áføst akslafesti til at stima báðar líningar hans. 8Og akullindin, ið á honum er til at gyrða hann at sær við, skal vera áføst honum og eins og hann gjørd av gulli og bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. 9Síðan skalt tú taka tveir sjóhamsteinar og rista á teir nøvn sona Ísraels. 10Seks av nøvnum teirra skalt tú skriva á annan steinin og hini seks á hin steinin eftir aldri teirra. 11Eins og innsigli verður rist í steinskurði, soleiðis skalt tú á báðar steinarnar rista nøvn sona Ísraels og groypa tey við gullumgjørð. 12Og báðar steinarnar skalt tú seta á akslafesti akulsins, so at teir verða Ísraelsmonnum til áminningarsteinar; á henda hátt skal Áron bera nøvn teirra frammi fyri Harranum á báðum akslafestum sínum til áminningar. 13Tú skalt gera umgjarðir av gulli 14og tvey festi av skírum gulli, ið tú skalt flætta, eins og reip verða løgd, tey flættaðu festini skalt tú leggja á netverkið.
15Og tú skalt gera rættarbróstskjøldurin av einlistum eftir sama hátti sum akulin; av gulli, bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni skalt tú gera hann. 16Hann skal vera fýrhyrntur og tvífaldur, eina løgd langur og eina løgd breiður; 17og tú skalt alseta hann við steinum í fýra røðum; í fyrsta raði skulu vera karneol, tópas og smáragd; 18í øðrum raði rubin, saffir og jaspis; 19í triðja raði hýasint, ágat og ámetýst; 20í fjórða raði krýsolit, sjóham og ónýks; hvør steinurin skal liggja á sínum staði í umgjørð av gullnetverki. 21Steinarnir skulu vera tólv samsvarandi nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið, ristir eins og innsigli verða rist, soleiðis at hvør steinurin ber eitt av nøvnum Ísraels tólv ætta. 22Og tú skalt gera á bróstskjøldinum snúðurfesti av skírum gulli, flættað eins og reip verða løgd. 23Eisini skalt tú gera á bróstskjøldinum tveir ringar av gulli og festa teir við báðar líningar bróstskjaldarins 24og knýta bæði gullfestini føst í hesar báðar ringar á líningum bróstskjaldarins. 25Hinar báðar endarnar á báðum festunum skalt tú knýta upp í báðar umgjarðirnar og binda tey føst við akslafesti akulsins frammanvert á honum. 26Tú skalt enn gera tveir ringar av gulli og festa teir á hinar báðar líningar bróstskjaldarins, á tveir kantar hans, ið venda inn ímóti aklinum. 27Og uppaftur skalt tú gera tveir ringar av gulli, sum tú skalt knýta upp í akslafesti akulsins í neðra frammantil á honum, har sum hann er stimaður, omanvert við akullindina. 28Og ringar bróstskjaldarins og ringar akulsins skulu verða knýttir saman við festi av bláum purpuri, so at tað er omanvert við akullindina, til tess at bróstskjøldurin ikki má dragna frá aklinum. 29Áron skal soleiðis støðugt bera nøvn Ísraels sona á rættarbróstskjøldinum á brósti sínum, hvørja ferð tá ið hann gongur inn í halgidómin til áminningar um teir frammi fyri Harranum. 30Og tú skalt leggja í rættarbróstskjøldurin Urim og Tummim, so at Áron ber tey á brósti sínum hvørja ferð, tá ið hann fer inn fyri Harran, og á tann hátt skal Áron altíð bera dóm Ísraels sona á brósti sínum frammi fyri Harranum.
31Møttulin innan undir aklinum skalt tú allan gera úr bláum purpuri; 32og ovast á honum í miðjuni skal vera hálsamunni á sama hátt sum á brynju, og kring hálsamunna hansara skal vera bordi vovin, til tess at hann ikki skal fara sundur. 33Kring undirfald hans skalt tú seta granatepli av bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki og millum teirra bjøllur av gulli allan vegin kring undirfald hans, 34soleiðis at gullbjøllur og granatepli skifta allan vegin kring undirfald møttulsins. 35Í honum skal Áron vera, tá ið hann skipar fyri gudstænastuni, so at tað má hoyrast til hansara, tá ið hann gongur inn í halgidómin fram fyri ásjón Harrans, og tá ið hann gongur út aftur, so at hann ikki týnir lívið.
36Framvegis skalt tú gera spong av skírum gulli og rista á hana eins og innsigli verða rist: «Halgaður Harranum», 37og við tráði av bláum purpuri skalt tú festa hana við vavhúgvuna; frammantil á vavhúgvuni skal hon vera. 38Hon skal vera á enni Árons, so at Áron kann taka á seg teir brekir, ið kunnu vera á heilagu ofrum Ísraelsmanna, á øllum halgigávum, sum teir frambera; hon skal altíð vera á enni hansara til tess at vinna teimum góðtokka frammi fyri Harranum.
39Kyrtil av egyptiskum líni skalt tú veva puntutan og búgva til vavhúgvu av egyptiskum líni, og somuleiðis belti vovið við ymiskum litum.
40Eisini sonum Árons skalt tú búgva til kyrtlar og gera teimum belti og høvuðbúnar til heiðurs og prýðis. 41Og tú skalt lata Áron, bróður tín, og synir hansara í teir og salva teir og fylla hendur teirra og halga teir til at vera prestar fyri mær. 42Og til tess at fjala blygd teirra skalt tú gera teimum undirbrøkur av líni, sum skulu røkka frá mjødnunum niður á lørini. 43Í teimum skulu Áron og synir hansara vera, tá ið teir ganga inn í samfundartjaldið, og tá ið teir nærkast altarinum til gudstænastu í halgidóminum, til tess at teir ikki skulu gera seg sekar og týna lívið. 44Hetta skal vera Ároni og eftirkomarum hansara ævigt løgmál.

Currently Selected:

Exodus 28: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in