Exodus 27
27
Um brennioffuraltarið
1Framvegis skalt tú gera altar av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt skal altarið vera og tríggjar alnir høgt. 2Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, sum skal vera áfast við altarið; og tú skalt leggja tað við kopari. 3Og tú skalt gera pottar til øsku altarsins og eldspakar og offurbollar, soðkrókar og pannur; øll amboð tess skalt tú gera úr kopari. 4Um altarið skalt tú gera rimaverk eins og rutt net av kopari og festa fýra ringar av kopari á rimaverkið á fýra hornum tess 5og lata rimaverkið vera niðanvert við miðgjørð altarsins, so at verkið tekur upp á hálvt altarið. 6Framvegis skalt tú gera stengur til altarsins, stengur av ákásiuviði og leggja tær við kopari. 7Stengurnar skulu verða stungnar ígjøgnum ringarnar soleiðis, at tær eru fram við altarinum báðumegin, tá ið tað verður borið. 8Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; eins og tað varð sýnt tær á fjallinum, skalt tú gera tað.
Um forgarðin
9Og soleiðis skalt tú gera forgarð tjaldtempulsins: Sunnantil skulu tjøld vera fyri forgarðinum av tvinnaðum egyptiskum líni, hundrað alnir long hesumegin, 10og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari; men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. 11Og somuleiðis norðarumegin hundrað alnir long tjøld og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri. 12Vestantil fyri forgarðinum allan vegin tvørturum skulu vera fimmti alna long tjøld og tíggju stólpar við tíggju undirstabbum. 13Og forgarðurin eystantil allan vegin tvørturum skal vera fimmti alnir; 14her skulu øðrumegin vera fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum, 15og hinumegin fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum. 16Og fyri inngongd forgarðsins skal vera tjúgu alna long tjaldváð, marglitt vovin av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, og fýra stólpar við fýra undirstabbum. 17Allir stólpar forgarðsins íkring skulu hava tvørstengur av silvuri, krókar av silvuri og undirstabbar av kopari. 18Tjøldini kring um forgarðin skulu hvørjumegin eftir longdini vera hundrað alnir og hvørjumegin tvørturum vera fimti alnir og hæddin fimm alnir; úr tvinnaðum egyptiskum líni skulu tey vera og undirstabbarnir av kopari. 19Øll amboð, sum nýtt verða í tænastuni við tjaldtemplið, og somuleiðis hælir tess og hælir forgarðsins skulu vera av kopari.
Um oljuna til lampur ljósastakans
20Og tú skalt bjóða Ísraelsmonnum at flýggja tær reina olju úr stoyttum oljuberjum á ljósastakan, so at lampurnar altíð mega verða settar upp á hann. 21Í samfundartjaldinum uttanvert við fortjaldið, ið hongur frammanvert við vitnisburðin, skulu Áron og synir hansara gera hana til, so at hon má brenna frá morgni til myrkurs frammi fyri Harranum. Hetta skal vera Ísraelsmonnum ævig fyriskipan ættarlið eftir ættarlið.
Currently Selected:
Exodus 27: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society