YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 22

22
Framhald
1Stjelur maður oksa ella seyð og slátrar ella selur tey, tá skal hann gjalda fimm oksar aftur fyri oksan og fýra seyðir aftur fyri seyðin. 2Kemur maður fram á tjóv, ið brýtur inn á nátt, og slær hann til bana, tá skal hann ikki vera blóðsekur; 3men er sólin komin undan, tá skal hann vera blóðsekur; tjóvurin eigur at bøta, og hevur hann einki at bøta við, skal hann verða seldur sum endurgjald fyri tað, ið hann hevur stolið. 4Verður hitt stolna funnið á lívi hjá honum, hvørt tað er oksi, asni ella seyður, skal hann rinda tað tvífalt aftur.
5Tá ið maður beitir akur og víngarð sín og letur fenað sín ganga leysan, so at hann fer inn á annars mans akur, tá skal hann samsýna tað við tí besta av akri og víngarði sínum. 6Kveikist eldur og kemur í tornir, so at hann brennir bundi og óskorið korn, og bøur verður avsviðin, tá skal hann, sum kveikti eldin, rinda aftur fullar bøtur.
7Gevur maður øðrum manni silvur ella leysafæ í varðveitslu, og tað verður stolið úr húsi hans, tá skal tjóvurin, um hann verður tikin, samsýna tað tvífalt. 8Men verður tjóvurin ikki funnin, skal húseigarin ganga fram fyri Guð og svørja, at hann ikki hevur lagt hond á annars mans ognir. 9Fer einhvør við falsi viðvíkjandi oksa, asna, seyði, klæðum ella hvørjum tað so er, ið burturkomið er, og vil kanna sær tað til, tá skal málið hjá báðum koma fram fyri Guð; og tann, sum Guð dømir sekan, skal samsýna hinum tvífalt. 10Letur maður øðrum manni asna, oksa, seyð ella okkurt annað djór í varðveitslu, og tað doyr, fær mein ella verður rænt, uttan at nakar sær, 11tá skal hann svørja við Harran, at hann hevur ikki lagt hond á annars mans ognir, og hetta skal vera nóg mikið teirra millum; ánari djórsins skal fulltaka eiðin teirra millum og hin sleppa undan bót. 12Men verður djórið stolið frá honum, skal hann samsýna ánara tess. 13Verður tað sundurskrætt, skal hann flyta honum tað sum sannprógv; tað sundurskrædda skal hann ikki samsýna. 14Hevur maður lænt eitthvørt djór frá øðrum manni, og tað fær mein ella doyr, meðan ánari tess ikki er hjástaddur, tá skal hann lata fullar bøtur; 15men er ánari tess hjástaddur, skal hann einki bøta; tað virði, sum leigarin hevði givið í leigu, skal vera bót.
16Girnast maður moyggj, sum ikki er trúlovað øðrum manni, og legst hjá henni, tá skal hann greiða mund og taka hana til konu. 17Men vil faðir hennara ikki gifta honum hana, skal hann í silvuri greiða honum bøtur, ið samsvara moyggjarmundi.
Ymsar lógir
18Ikki skalt tú lata gandakelling vera á lívi. 19Hvør, ið hevur samlegu við djór, skal týna lívið. 20Hvør, ið ofrar øðrum gudum enn Harranum eina, skal verða bannførdur. 21Útisetan mást tú ikki níva ella gera teg inná, tí at tit vóru sjálv útisetar í Egyptalandi. 22Einkjur og faðirloysingar skulu tit ikki órætta. 23Tí at órætta tit tey, skal eg vissuliga bønhoyra tey, tá ið tey rópa av neyð til mín. 24Bræði mín skal brenna; og eg skal drepa tykkum við svørði og lata konur tykkara verða einkjur og børn tykkara faðirloysingar. 25Lænir tú onkrum fátækum av fólki mínum í grannalag tínum silvur, skalt tú ikki vera honum eins og okrari; tit skulu ikki taka leigu av honum. 26Letur tú næsta tín veðseta tær skikkju sína, skalt tú fáa honum hana aftur, áður enn sól fer til viða; 27tí at skikkjan er einasta plagg hansara, sum hann kann hylja likam sítt við; hvat annað skal hann hava yvir sær, tá ið hann fer til hvíldar? Og tá ið hann rópar til mín, vil eg bønhoyra hann; tí at eg eri miskunnsamur. 28Guð mást tú ikki lítilsvirða og ikki biðja ilt yvir høvdingan fyri fólki tínum.
Lógir um offur og njótan av kjøti
29Tú mást ikki drála við at geva mær av tí, sum fyllir treskivøll og flýtur av vínfargi; hinar frumgitnu synir tínar skalt tú geva mær. 30Tað sama skalt tú gera við stórdýr og smalur tínar; í sjey dagar skulu frumburðirnir verða hjá móður síni, men áttanda dagin skalt tú geva mær teir. 31Tit skulu vera mær heilagir menn; kjøt av djórum, ið skrødd eru sundur á víðavangi, skulu tit ikki eta, men tveita tað fyri hundarnar.

Currently Selected:

Exodus 22: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in