Exodus 15
15
Lovsongur Ísraels
1Ta ferðina sungu Móses og Ísraelsmenn Harranum henda lovsong og søgdu: «Eg vil lovsyngja Harranum, tí at hátt er hann hevjaður; hestum og reiðmonnum stoytti hann í havið niður! 2Harrin er styrki mín og lovsongur, og hann varð mær til frelsu; hann er Guð mín, og eg vil hálova honum, Guði faðirs míns, og eg vil tigna hann! 3Harrin er avrekskappi; Harrin er navn hans!
4Vagnar Fáraos og herlið hans rindaði hann í havið, og reystastu hetjur hans sukku í Havið Reyða. 5Undirdjúpið huldi teir, sum steinar teir sukku í havdýpið. 6Tín høgra hond, Harri, sýndi seg dýrmæta í kraft; tín høgra hond, Harri, smildraði fíggindan! 7Í tignarmátti tínum banar tú mótstøðumonnum tínum, tín óhefta vreiði oyðir teir eins og sáðir. 8Fyri andablástri tínum laðaðust vøtnini upp; bylgjurnar stóðu eins og veggur; undirdjúpið storknaði í miðjum havi. 9Fíggindin hugsaði: Eg skal elta teir og fáa teir aftur; skifta herfong og á teimum stilla vreiði mína; eg skal bregða brandi mínum; hond mín skal oyða teir! 10Tú blásti við anda tínum, so havið huldi teir; teir sukku eins og blýggj í hinum veldigu vøtnum. 11Hvør av gudum er sum tú, Harri? Hvør er sum tú dýrmætur í heilagleika, ræðuligur í kraftargerðum, øgiligur, tá ið undur tú gert! 12Tú rætti út tína høgru hond, jørðin gloypti teimum. 13Tú leiddi í miskunn tíni tað fólk, sum tú loysti, tú fylgdi teimum við mátti tínum til tín heilaga bústað. 14Tjóðirnar hoyrdu tað og skulvu, fjáltur kom á íbúgvar Filistalands. 15Tá titraðu ættarhøvdingar Edóms, nøtran kom yvir oddamenn Móabs; øllum íbúgvum Kánáanlands bilaði hugur og hjarta. 16Nøtran og angist kom yvir teir; fyri tínum máttmikla armi tagnaðu teir sum steinurin, til fólk títt, Harri, var komið yvirum, til tað fólk, sum tú vanst tær, var komið yvirum. 17Tú leiddi teir og setti teir niður á ognarfjalli tínum, har, sum tú búði tær bústað til, Harri, í halgidóminum, Harri, sum hendur tínar reistu. 18Harrin er kongur um aldur og allar ævir!
19Tí at tá ið hestar Fáraos og hervagnar og reiðmenn hans vóru komnir út í havið, læt Harrin vøtn havsins streyma aftur yvir teir; men Ísraelsmenn gingu turrskøddir mitt ígjøgnum havið.
20Tá tók Mirjam, profetkona, systir Árons, glymskál í hond; og allar konurnar komu aftan á hana við glymskálum og dansi. 21Og Mirjam skipaði hjá teimum og kvað: Syngið fyri Harranum, tí at hátt er hann hevjaður; hestum og reiðmonnum stoytti hann í havið!
Vatnið Mára
22Síðan læt Móses fólkið halda ferðini frá Reyðahavinum; og tey fóru út í oyðimørkina Sjúr og reikaðu har um í oyðimørkini í tríggjar dagar uttan at finna nakað vatn. 23Tá komu teir til Mára; men teir kundu ikki drekka av vatninum har, av tí at tað var beiskt; tí eitur tann staður Mára. 24Tá meylaði fólkið inn á Móses og segði: «Hvat skulu vit drekka?» 25Hann rópaði tá til Harrans; og Harrin vísti honum á eitt træ; og tá ið hann blakaði tað í vatnið, varð vatnið drekkandi. Har skipaði hann teimum lóg og rætt; og har royndi hann tey. 26Og hann segði: «Lýður tú rødd Harrans, Guðs tíns, og gert tað, sum rætt er fyri honum, og lurtar eftir boðorðum hans og heldur allar fyriskipanir hans, tá skal eg onga av teimum sóttum leggja á teg, sum eg læt koma yvir Egyptar; tí at eg, Harrin, eri tann, ið grøðir teg.»
Fólkið kemur til Elims
27Síðan komu teir til Elims; har vóru tólv vatnslindir og sjeyti pálmar; og teir settu búðir sínar har við vatnið.
Currently Selected:
Exodus 15: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society