Exodus 14
14
Ferðin yvir Reyðahavið
1Tá talaði Harrin við Móses og segði: 2«Bjóða Ísraelsmonnum at snúgvast við aftur og seta búðir sínar við Pi-Hákirot millum Migdols og havsins áraka Báal-Zefon; har skulu tit seta búðir tykkara við havið. 3Tá man Fárao halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum, og at oyðimørkin hevur byrgt teir inni. 4Og eg skal herða hjarta Fáraos, so at hann heldur aftan á teir; og tá skal eg sýna dýrd mína á Fárao og øllum heri hansara, so at Egyptar skulu vita, at eg eri Harrin!» Teir gjørdu nú so.
5Men tá ið kongur Egypta frætti, at fólkið var rýmt, skiftu Fárao og tænarar hansara hug móti fólkinum, og teir søgdu: «Hví hava vit latið Ísraelsmenn sleppa undan at træla fyri okkum?» 6Hann læt tá hervagn sín búgva til og tók menn sínar við sær. 7Hann tók seks hundrað úrvalshervagnar og allar hervagnar Egypta og mannaði teir allar við avrekskøppum. 8Tí at Harrin herdi hjartað á Fárao, kongi Egyptalands, so at hann helt aftan á Ísraelsmenn; men Ísraelsmenn vóru farnir avstað undir verndarhond. 9Egyptar hildu nú aftan á teir, allir hestar og hervagnar Fáraos, reiðmenn og allur herur hans; og teir fingu teir aftur har, ið teir høvdu sett búðir sínar við havið við Pi-Hákirot áraka Báal-Zefon. 10Tá ið nú Fárao nærkaðist, hevjaðu Ísraelsmenn eygu síni og sóu, at Egyptar eltu teir; tá vórðu Ísraelsmenn ógvuliga ræddir og rópaðu til Harrans; 11og teir søgdu við Móses: «Hví hevur tú gjørt hetta at føra okkum út úr Egyptalandi? Vóru ikki nóg nógvar gravir í Egyptalandi til okkara, at tú fekst okkum út higar í oyðimørkina at doyggja? 12Sannast nú ikki tað, sum vit søgdu við teg í Egyptalandi: «Far frá okkum! Vit vilja træla fyri Egyptar, tí at betri er okkum at træla fyri Egyptar enn at doyggja her í oyðimørkini!» 13Tá segði Móses við fólkið: «Óttist ikki, men standið stinnir, so skulu tit síggja frelsu Harrans, ið hann vil lata vera tykkum fyri í dag; tí at hesar Egyptar, sum tit síggja í dag, skulu tit ongantíð um ævir fáa aftur at síggja! 14Harrin vil berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar!»
15Tá segði Harrin við Móses: «Hví rópar tú til mín? Bjóða Ísraelsmonnum at halda longur fram. 16Og hav tú upp hond tína og rætt stav tín út yvir havið og klúgv tað sundur, so at Ísraelsmenn mega ganga turrskøddir beint yvir um havið! 17Sí, eg man herða hjørtu Egypta, so at teir halda aftan á teir, og tá skal eg sýna dýrd mína á Fárao og øllum heri hans, á hervagnum og reiðmonnum hans. 18Egyptar skulu fáa at sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg sýni dýrd mína á Fárao, á hervagnum og reiðmonnum hans!»
19Men eingil Guðs, ið hevði gingið undan herbúðum Ísraels, flutti seg nú og gekk aftan á teir; og skýstólpin, ið hevði verið fyri framman teir, flutti seg aftur um teir 20og kom ímillum herbúða Egypta og herbúða Ísraelsmanna; men skýggið breiddi út myrkur annan vegin og lýsti upp náttina hin vegin, og soleiðis komu hvørgir nær øðrum alla náttina. 21Men Móses rætti hond sína út yvir havið; og Harrin læt alla náttina koma storm av eystri, sum rak sjógvin burtur og gjørdi havið at turrlendi; og vøtnini klovnaðu sundur. 22Tá gingu Ísraelsmenn turrskøddir mitt ígjøgnum havið, meðan vøtnini stóðu sum veggir til høgru og vinstru handa á teimum. 23Egyptar, allir hestar Fáraos, allir hervagnar hans og reiðmenn hildu aftan á teir og eltu teir mitt út í havið. 24Men á morgunvøkuni leit Harrin út úr eld- og skýstólpanum yvir at herliði Egypta og loypti ekka á tað; 25og hann tók hjólini undan vagnum teirra og tálmaði ferð teirra. Tá søgdu Egyptar: «Latum okkum flýggja undan Ísraelsmonnum, tí at Harrin berjist við teimum móti Egyptum!»
26Men Harrin segði við Móses: «Rætt aftur hond tína út yvir havið, so skulu vøtnini falla aftur yvir Egyptar, yvir hervagnar og reiðmenn teirra!» 27Móses rætti tá hond sína út yvir havið; og í lýsingini fell vatnið aftur í farveg sín, beint meðan Egyptar komu flýggjandi ímóti tí; tá rak Harrin Egyptar mitt út í havið. 28Og vøtnini fullu aftur og huldu hervagnar og reiðmenn, allan her Fáraos, ið hevði elt teir út í havið; ikki ein teirra komst undan á lívi. 29Men Ísraelsmenn gingu turrskøddir mitt ígjøgnum havið, og vatnið stóð eins og veggur til høgru og vinstru handa á teimum. 30Soleiðis bjargaði Harrin tann dagin Ísrael úr hondum Egypta; og tá ið Ísraelsmenn sóu Egyptar liggja deyðar á sævarstrondini 31og sóu ta kraftargerð, ið Harrin hevði útint á Egyptum, tá óttaðist fólkið Harran og trúði á hann og á Móses tænara hans.
Currently Selected:
Exodus 14: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society